?Tú skalt eiga morgindagin? toppar á hitlistunum

Nýggja fløgan hjá Niels Midjord og Lív Næs hevur av álvara sett sín dám á føroysku tónleikavinnuna, nú fløgan hevur selt ómetaliga væl runt í landinum Heldur forkunnuga samstarvið ímillum fimti ára gamla Niels Midjord og 20 ára gomlu songkvinnuna Lív Næs, hevur fingið góða móttøku í Føroyum.

 

Lív og Niels hava í kvøld framført í Miðlahúsinum í Vágsbotni í sambandi við Asfalt festivalinum, sum er byrjaður í kvøld.

-Vit eru ótrúliga glað fyri, at vit hava selt so nógvar fløgur, og høvdu als ikki væntað tað, sigur Lív Næs við Rás2.

 

Upprunaliga var fløgan bert prentað í 400 eintøkum, men eftir stutta tíð var eftirspurningur so mikið stórur, at 1000 aftrat eintøku vóru latin handlarnir.