Týski forsetin í trupulleikum

Týski forsetin, Christian Wulf, er komin í trupulleikar, eftir at blaðið Bild hevur avdúkað, at forsetin hevur logið um eitt stórt lán, sum hann hevur tikið frá konu ein byggimeistara.

Blaðið Frankfurter Allgemeine Zeitung skrivaði í gjárkvøldið, at málið er tikið upp á hægsta stigi í flokki forsetans, tí konservativa CDU, og at avdúkingin kann kosta honum embætið.

Trupulleikin hjá Christian Wulff er, at tíðliga í fjør spurdi flokkurin Tey Grønu, um forsetin hevði nakað fíggjarligt tilknýti til sín gamla vinmann, byggimeistaran Egon Geesken, húski hansara ella fyritøku hansara. Christian Wullf svaraði, at tað hevði hann ikki. Men í gjár noyddist skrivstova forsetans at viðganga, at forsetin lænti 3,7 milliónir krónur frá konu Egon Geesken í sambandi við eitt húsakeyp í 2008, og at hann fekk lánið við einari rentu, sum var minni enn tann vanliga bankarentan.