Í Vági fyri einari viku síðani vann Fípan Fagra úr Klaksvík í harðari kapping við Títling hjá Havnar Róðrarfelag. Títlingur hevði annars vunnið bæði á norðoyastevnu og eystanstevnu.
Í dag svaraði Títlingur aftur. Tað vóru 17 bátar í hesi kappingini. Tí var neyðugt at kappast í tveimum riðlum. Longu í innleiðandi róðrinum var greið ábending um, at Títlingur var væl fyri.
Títlingur vann sín innleiðandi riðil, og Fípan Fagra vann sín innleiðandi riðil. Tíðin hjá Títlingi var betri, enn tíðin var hjá Fípuni Føgru.
Í finaluróðrinum var Títlingur fyrstur á mál. Fípan Fagra vann seg í endaspurtinum inn á Títling, sum tó var greiður vinnari.
Dúgvan úr Sørvági vann sera spennandi kappingina um triðja plássið. Næstir í røðini vóru Ørnin úr Sandavági og Sílið úr Havn.
1 | Títlingur | 02:40.23 | 7 | ||
2 | Fípan Fagra | 02:41.22 | 6 | ||
3 | Dúgvan | 02:44.14 | 5 | ||
4 | Ørnin | 02:44.20 | 4 | ||
5 | Sílið | 02:44.29 | 3 | ||
6 | Sævarmoy | 02:45.09 | 2 | ||
7 | Fiskurin | 02:47.31 | 1 | ||
8 | Blikur | 02:48.16 | 0 | ||
9 | Firildur | 02:48.33 | 0 | ||
10 | Svalan | 02:48.49 | 0 | ||
11 | Havfrúgvin | 02:53.04 | 0 | ||
12 | Hulda | 02:54.38 | 0 | ||
13 | Beinta | 02:55.06 | 0 | ||
14 | Havørnin | 02:55.21 | 0 | ||
15 | Kollur | 02:58.24 | 0 | ||
16 | Ternan | 02:59.08 | 0 | ||
17 | Junkarin | 03:06.02 | 0 |