Hondbóltur
Hendingin fór fram í Vezprem, sum liggur sunnanfyri Budapest, mánakvøldið.
Fleiri av spælarunum hjá MKB-Vezprem vóru farnir ein túr í býin, eftir at ein teirra hevði hildið barnaføðingardag. Og tað var á einum náttklubba, at róliga náttin gjørdist til eina óhugnaliga marru.
Marian Cozma var á dansigólvinum saman við gentu síni, tá ein bólkur upp á 30 mans fór at gera um seg í náttklubbanum.
- Eingin av okkara spælarum gjørdi nakað um seg, men brádliga varð Cozma álopin, sigur Akos Hunyadfalvy, forseti í MKB-Veszprem.
Cozma varð knívstungin í hjartað fleiri ferðir, og hóast hann varð fluttur á sjúkrahús alt fyri eitt, máttu læknarnir staðfesta, at lívið stóð ikki til at bjarga. Við sínum 212 sentimetrum var Cozma ein spælari, sum fólk løgdu til merkis. Hann spældi við í HM-kappingini, sum varð spæld fyri tveimum vikum síðani, og eitt av feløgunum, sum nú royndi at fáa undirskrift hansara, var spanska Barcelona.
Tveir av liðfeløgunum hjá Cozma vórðu eisini álvarsliga løstaðir í hendingini. Kroatiski málverjin, Ivan Pesic, varð lagdur undir skurð, og er annað nýra hjá honum tikið burtur. Og serbiski Zarko Sesum, sum varð sparkaður til óvit, breyt kjálkabeinið.
Hendingin hevur sent ein skelk ígjøgnum alt ungverska samfelagið. Tibor Draskovics, lógarmálaráðharri, kallar hetta fyri eitt álop á samlaða ungverska samfelagið, og framman fyri høllina, har Veszprem spælir sínar heimadystir, savnaðust túsundtals áskoðarar í gjárkvøldið.
Tað eru serliga tríggir mans, sum eru undir illgruna fyri drápið. Tveir teirru eru nú handtiknir í Wien.