Tí valdi Gilli at leingja

Landsliðsleikarin longdi í dag við Brann, men hann avdúkar, at hann ivaðist.

Eftir eitt sindur av aftur og fram valdu Brann og Gilli Rólantsson í dag at leingja um sáttmálan, soleiðis at hann nú er galdandi til 2020.


Les eisini: Gilli gjørt nýggjan sáttmála


- Eg eri ómetaliga fegin at hava fingið greiðu á framtíðina, og at eg nú framhaldandi kann fokusera uppá tað, sum eg brenni fyri mest - at blíva tann besta útgávan av mær sjálvum á fótbóltsvøllinum, skrivar Gilli á instagram.


Hann avdúkar eisini, at Brann ikki var einasta felagið, ið vildi hava undirskriftina frá honum.


- Havi ivast nógv av tí orsøk, at umsboðsmaðurin hjá mær fekk fleiri fyrispurningar frá øðrum feløgum, men eg trívist so mikið væl í Brann og Bergen, so at halda fram her var tann rætta avgerðin fyri meg, skrivar Gilli.