Tí var Brundtland eitt mál

Gro Harlem Brundtland umboðar alt tað, ið Anders Behring Breivik hatar, sigur kynsgranskarin, Jørgen Lorentzen, við VG Nett.

Gro Harlem Brundtland eer bæði feminist og tað, sum Breivik kallar mentanarmarxist. Hon umboðar alt tað, ið Breivik hatar, og tí hevði hann Brundtland sum serlig mál, sigur Lorentzen.

Upprunaliga legði Anders Behring Breivik ætlanir um at koma út á Utøya, meðan Gro – ið hann kallaði »landsmo(r)deren« - helt røðu á oynni, men varð seinkaður, ti hann endaði í einari bilrøð.

Í manifesti sínum verða feministar útróptir sum fíggindar av Breivik, tí teir hava »forkomið kjarnufamiljuni, lagt upp til kynsligt siðaloysi og eru islamvinarligir«.

Breivik skrivar eisini, at hann fer at minka um ávirkanina hjá kvinnum í samfelagnum og at innføra patriarkatið aftur.

»Kvinnur skulu vera konur og ansa húsi og heimi og ikki hava týðandi størv«, heldur Breivik.