Politiskur nýggjársdagur er ólavsøkudag, sum hesa ferð er sunnudagur. Vanliga arbeiðir Løgtingið ikki sunnudag, men ólavsøkudagur er undantikin. Tað verður hildið, at skrúðgongan, kirkjugongdin og at seta Løgtingið hoyrir saman.
Grein 10 í Stýrisskipanarlógini sigur, at løgtingssetan byrjar ólavsøkudag og heldur á til ólavsøkudag árið eftir. Har er eisini ásett, at ólavsøkudag ganga løgtingsformaður, løgtingsmenn, løgmaður, landsstýrismenn og embætismenn skrúðgongu úr tinginum í dómkirkjuna, har gudstænasta verður hildin, og síðan aftur í tingið.
Hetta er fyrsta Ólavsøkan hjá tinginum, sum varð valt 29. oktober í fjør, og tí eru tað fleiri, sum fyri fyrstu ferð fara at ganga í skrúðgongu.
Hetta verður eisini fyrsta ferðin, at Jógvan á Lakjuni, tingformaður, fer at ganga í miðjuni í fremstu røð við biskupi og løgmanni undir hvør sínari lið.
Jógvan á Lakjuni tingformaður:
-Ólavsøkuskrúðgongan sýnir tað gamla sambandið ímillum ting og kirkju, ímillum tað verðsliga valdið og átrúnaðin, kristindómin ein ásannan av og ein áminning um, at tað er ein hægri makt til eitt vald, sum er hægri enn okkara. Og hugsa vit um okkara forfedrar og tað gera vit ein slíkan merkisdag so vita vit, at okkara gamla mentan og siðvenja á mangan hátt hevur verið gjøgnumseyrað av hesi ásannan, hesum sama gudsótta.
Jógvan vísir í hesum sambandi til yrkingina hjá H. A. Djurhuus, Tit, sum í fjøru fóru, har hann sigur í síðsta ørindi:
Tað vóru ikki hjálmar
og ikki lúðraljóð,
tað vóru tykkar sálmar
og tað, ið tykkum bjó,
sum gjørdi hesar heiðar
og eyr og hagasand
til gróðrarbúnar teigar.
Tit eiga hetta land!
Kirkjugongdin verður klokkan 11, og tingfundurin verður klokkan 13.