Kreppa í alivinnuni
Tað hevur gingið illa hjá føroysku alivinnuni seinastu tvey árini. Aldi laksurin hevur verið fyri prísfalli, og alivinnan hevur havt tyngjandi dumpingákærur hangandi omanyvir sær. Sum búldur oman á sárið, ið longu er frammanundan, hevur ILA-sjúkan gjørt feigdina um seg víða um á firðum og sundum kring landið.
Stór tap
Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka, ásannar, at nógv alibrúk flóta rættiliga tungt í sjónum í løtuni.
- Fleiri feløg hava mist nógvan pening og hava tað ógvuliga tungt.
Hann sigur, at ILA-sjúkan, sum hevur verið atvoldin til bráðfeingistøku av fiski, er steinur omaná byrði hjá alarum, tí longu frammanundan er ein stórur partur av alivinnuni illa fyri av prísfallinum, ið verið hevur.
Janus vísir á, at tá ið alibrúk hava ILA í útbroti, siga forskriftirnar, hvussu fram skal farast; tá skal fiskurin takast so skjótt, sum gjørligt til tess at minka um smittuvandan.
Álvarsamt
Stjórin í Føroya Banka leggur dent á, at nú verkfall er, samstundis sum aliringar skulu tømast fyri fisk, sum hevur ILA í útbroti, er støðan rættiliga álvarsom, um feløgini ikki sleppa at taka fiskin.
- Alarar hava alt sítt "lagur" á sjónum, og sleppur fiskurin at doyggja í nótunum, stendur felagið fyri stórum felli, tí ILA er í sjálvum sær ein ríkiliga stórur trupulleiki.
Janus vísir á, at talan kann vera um framleiðslu av fiski, ið hevur tikið eini tvey ár, og tískil er ein hópur av peningi bundin í fiskinum, sum svimur í nótunum.
- "Lagrið" hjá einum alifelag er soleiðis nógv størri enn vørulagrið hjá eitt nú einum fiskavirki. Hetta kann slett ikki samanberast, sigur hann.
Tveir møguleikar
Spurdur, um hann væntar, at alifeløg fara á húsagang, ella at virksemið fer at steðga upp vegna fíggjartørv í næstum, nú mótrákið hjá hesi vinnu hevur verið so stórt, sigur stjórin, at tað dugir hann ikki at siga í løtuni.
- Tað veldst um, hvussu veruliga gongdin hevur verið, og hvussu út sær framyvir. Roknskapirnir hjá alivinnuni fara at koma nú, og her fer at síggjast, hvussu stór tap fleiri alarar hava havt.
Janus sigur, at alivinnan hevur ein ógvuliga stóran fíggjartørv, og vágin er stórur. Her skilir alivinnan seg frá øðrum vinnum, tí hetta setir stór krøv til eginfígging.
- Gongdin hjá alarunum er ymisk, og hjá summum gongur frægari. Har ringast stendur til, eru møguleikarnir tvinnir. Annar er, at eginpeningurin verður øktur og hin, at framleiðslan av laksi verður minni, sigur hann.
Dugnaskapur
Janus Petersen sigur, at tað krevst stórur dugnaskapur til at stýra avviklingini av einum alibrúki, sum er rakt av ILA-sjúku.
- Tað er ógvuliga umráðandi, nú verkfall er, samstundis sum ILA-sjúkur fiskur doyr í nótunum, at alarar ikki verða ov nógv tarnaðir í sínum arbeiði.
Stjórin í Føroya Banka sigur, at ein slík støða er nógv álvarsamari, enn um eitt vørulagur á einum fiskavirki stóð í ljósum loga.
- Tað er ymiskt, hvussu ILA hevur rakt alibrúkini, og hvussu tað hevur eydnast alarum at stýra ímillum skerini. Her hava summir verið meira hepnir enn aðrir, sigur Janus Petersen.