- Tað er stór ábyrgd at vera landsliðsvenjari

Dreymafótbólturin er ikki norskur, smáar fótbóltstjóðir sum Føroyar eru á veg út úr fína selskapinum, og stór ábyrgd fylgir við arbeiðnum sum danskur landsliðsvenjari. Vit hava hitt Morten Olsen, sum í hesum døgum fyrireikar seg til størstu ítróttarhendingina í heiminum

- Hvat heldur tú um norskan fótbólt?
Hvat enn tú so gert, spyr ikki Morten Olsen um norskan fótbólt.
Danski landsliðsvenjarin í fótbólti hevur eina fullkomiliga øðrvísi hugsan um fótbóltsspælið, enn norðmenn hava. Tann norski sparka-bóltin-60 metrar-hvørjaferð spælistílurin hóskar ikki til danska venjaran, og tað hevur hann gjørt vart við meira enn einaferð.
Á eini ráðstevnu í Noregi í fjør segði Morten Olsen avgjørdur, at um øll spældu fótbólt sum norska landsliðið, so vildi hann heldur spæla golf enn at vera fótbóltsvenjari. Tey orðini tóku norðmenn illa upp.
Norski journalisturin, sum hendan dagin er sloppin upp í part saman við tveimum donskum journalistum og tygara útsenda til eitt serligt prát við Morten Olsen í húsunum hjá danska fótbóltssambandinum í Brøndby, fiskar kanska eftir einum øðrvísi svari hesaferð.
Men tað fær hann ikki.
- Um fótbóltur bara skal spælast á tann hátt, sum hann er mest effektivur, so verður lítið undirhald. Drillo (tiltikin fyrrverandi norskur landsliðsvenjari) hevur rætt í nógvum av tí, sum hann sigur um fótbóltsspælið, men hann hugsar í øllum førum ikki um áskoðararnar, svarar Morten Olsen.
- Og tað sum eg segði um, at eg vildi heldur spælt golf enn verið fótbóltsvenjari, um øll spældu sum Noreg, tað standi eg við, leggur hann afturat.
Brasiliumenn í norðurlondum
Hetta er í døgunum áðrenn ein av størstu ítróttarkappingunum sum finnast ? HM í fótbólti ? verður hildin í Japan og Suðurkorea. Kappingin byrjar fyrsta dagin í juni, og Morten Olsen, sum er nógv upp á fartin og vanliga bara hittir journalistar á veg til ella frá landsdystum, hevur hendan dagin sett ein góðan tíma av til eitt prát um fótbólt.
- Danir skulu leggja seg eftir at spæla tað slagið av fótbólti, sum teimum best dámar. Tað er sera týdningarmikið. Vit verða kallaðir brasilumenninir í norðurlondum, og tað er ein stór viðurkenning. Vit skulu spæla tekniskan álopsfótbólt, og kunnu vit gera tað, samstundis sum vit fáa góð úrslit, so hava vit fingið tað besta burturúr, sum vit kunnu ynskja okkum, sigur Morten Olsen.
- Tað eru sjálvandi dystir, har eisini vit skulu spæla kyniskt, men gjøgnumgangandi skal tann positivi fótbólturin merkja danska landsliðið. Vit skulu heldur geva áskoðarunum nøkur góð upplivilsi við tí vanda, at vit kunnu tapa við hvørt, heldur enn at spæla verjukendan og destruktivan fótbólt fyri at vinna hvørjaferð.
- Vit eru eitt lítið land, men tá tað ræður um fótbólt, hava vit onga orsøk til at smæðast og spæla verjukent fyri tað. Tað er langt frá altíð tann besta loysnin, sigur danski landsliðsvenjarin.
Morten Olsen hevur, síðani hann tók við sum danskur landsliðsvenjari, fingið danska landsliðið at spæla álopskent. Hann torir at hava nógvar álopssinnaðar spælarar á vøllinum í senn, og hóast framfýsni spælistílurin kann geva baksláttur, hevur Danmark fingið sera góð úrslit seinastu tvey árini.
- Tað er trupult hjá eini lítlari tjóð sum Danmark at sleppa við til endaspælini í EM og HM, men kunnu vit klára tað, samstundis sum vit spæla góðan fótbólt, so kunnu vit ikki ynskja okkum meira.
Smátjóðirnar enda uttanfyri
Smáu fótbóltstjóðirnar sum Føroyar, Luxembourg, Liechtenstein, San Marino, Andorra og aðrar verða ofta mettar at verða til fortreð hjá teimum stóru fótbóltslondunum, sum heldur vilja spæla avgerandi dystir ímóti øðrum stórum londum.
Men hóast hetta hava bæði europeiska og altjóða fótbóltssambondini latið smáu fótbóltstjóðirnar luttikið í EM og HM undankappingunum á jøvnum føti við tey stóru londini.
Men hetta fer at broytast.
Tað roknar í øllum førum Morten Olsen við.
- Eg haldi persónliga, at tey smáu londini skulu verða við í altjóða fótbóltskappingum, tí tær eru við til at gera fótbóltsspælið spennandi og sjarmerandi. Men eg vænti eina broyting í luttøkuni hjá teimum. Í løtuni luttaka tey saman við teimum stóru londunum í bólkaspælinum, men hetta gevur so nógvar dystir, at tað ber ikki til í longdini. Tí rokni eg við, at smá fótbóltslond sum Føroyar fara at spæla í eini undankapping fyri at sleppa við til veruliga undankappingarnar, sigur Morten Olsen.
- Teir spælararnir, sum spæla í teimum stóru landskappingunum í Europa, í Champions League og á landsliðnum klára heilt einfalt ikki so nógvar dystir, sum tað eru á skánni í løtuni, og tað rokni eg við fer at hava við sær, at smáu londini mugu taka til takkar við eini undankapping til EM og HM undankappingarnar, og so koma summi av smáu londunum at sita uttanfyri.
Óneyðugir dystir ímóti Føroyum
Morten Olsen heldur, at tann handilsligi parturin av fótbóltsspælinum fer at vinna á tí romantiska idealinum um, at lond sum Føroyar kunnu taka lut í undankappingunum á jøvnum føti við lond sum Týskland, Italia, England og Spania.
- Tá troyttir spælarar oman á allar hinar dystirnar fyri feløg síni skulu spæla 10 undandystir til EM og HM kappingarnar, so verður tað ov nógv av tí góða, og tá tykjast dystir ímóti londum sum Føroyum óneyðugir.
- So kann onkur siga, hví sendir Týskland so ikki bara nakrar aðrar spælarar enn teir vanligu til Føroyar at spæla landsdyst, men tað ber ikki til, tí so lætt er tað ikki at vinna á londum sum Føroyum, sigur Morten Olsen.
- Verður eitt býti gjørt millum tey stóru londini og tey smáu londini í europeiskum fótbólti, so missir fótbóltsspælið nakað av sínari sjarmu, og tað haldi eg ikki er gott. Men eg dugi bara at síggja, at endin verður, at smáu londini missa sjálvsagdu luttøkuna í EM og HM undankappingunum.
Verður hetta veruleiki, kann tað merkja stórt afturstig fyri føroyskan fótbólt, um føroyska landsliðið ikki kann spæla seg víðari frá undankappingini millum tey smáu londini og harvið sleppa at spæla ímóti teimum størru og ríkari londunum. Næstu tvey árini verður hetta tó ikki veruleiki, tí Føroyar skal millum annað royna seg ímóti Týsklandi og Skotlandi í undankappingini til EM kappingina.
HM fyri framman
Størsta uppgávan hjá Morten Olsen sum landsliðsvenjari er fyri framman, tá danska landsliðnum verður eitt av londunum í HM endaspælinum í fótbólti. Danmark hevur ikki verið við í HM endaspælinum síðani 1986, tá Morten Olsen sjálvur var liðskipari fyri danska landsliðið.
Í 1986 spældi Danmark framúr væl í Mexico, áðrenn Spania sendi teir úr kappingini í 1/8 finaluni, og størsta vónbrotið hjá Morten Olsen var eisini, at Danmark ikki kom longur í hesi kappingini, eftir at teir høvdu spælt sannan sjampanjufótbólti í eitt nú dystinum ímóti Uruguay, sum teir vunnu 6-1.
- Tá vóru vit sanniliga teir norðurlendsku brasilumenninir, og tað var spell, at vit høvdu ein vánaligan dag ímóti Spania, tí liðið var so væl fyri, at vit kundu verið blivnir heimsmeistarar ta ferðina, heldur Morten Olsen.
Nú verður tað uppgávan hjá honum sum venjari at fáa Danmark langt í HM kappingini, har teir eru komnir í bólk saman við Fraklandi, Uruguay og Senegal.
- Eg hevði helst viljað verið sloppin undan Fraklandi, tí teir hava eitt framúr lið, men tá tað er sagt, so haldi eg, at vit hava ein møguleika at sleppa víðari frá hesum bólki, sigur Morten Olsen.
- Men so ræður tað um, at spælararnir eru væl fyri, at liðið fæst rigga, og at vit sleppa undan skaðum millum stuðulsspælararnar. Tað rakar hart, tá fleiri stuðulsspælarar eru burtur í senn, soleiðis sum tað var, tá vit taptu 3-0 ímóti Írlandi herfyri. Vit hava ikki so nógvar profilar sum Frakland at velja ímillum.
- Sleppa vit víðari frá bólkinum, so kunnu vit koma langt, sigur Morten Olsen sannførdur.
Ábyrgd og trýst
Morten Olsen var í nógv ár yrkisspælari í útlandinum, og hann var álitismaður á danska landsliðnum øll áttatiárini. Síðani hann gavst at spæla, hevur hann starvast sum venjari. Hann hevur verið venjari hjá eitt nú Brøndby og Ajax Amsterdam, men hetta er fyrstu ferð, at hann stendur á odda fyri einum landsliði.
- Tað er stórur munur á at venja eitt landslið og eitt europeiskt felag. Ein stórur fyrimunur við at verða landsliðvenjari í Danmark er, at tú hevur bara danskar spælarar at hugsa um. Skalt tú vera venjari í einum europeiskum felagi í dag, skal tú helst verða eitt flogvit til mál, tí tað eru spælarar úr so ymiskum londum, sum spæla í teimum flestu feløgunum, sigur Morten Olsen.
- Tað er ein stór og strævin uppgáva at vera venjari í einum europeiskum felag. Spælararnir eru so ymiskir, og so setir tú ein spælara av liðnum, so hevur tú umboðsmannin hjá honum í horninum dagin eftir. Tað er trupult.
Tað hevur kanska eisini verið viðvirkandi til, at Morten Olsen hevur longt sín sáttmála við DBU, so at hann heldur fram sum landsliðsvenjari í Danmark næstu tvey árini.
- Tað er ein stór ábyrgd at vera landsliðsvenjari, tí fótbóltur hevur so nógv at siga fyri danir, og hóast nógv dugnalig fólk arbeiða uttan um spælararnar, so eri tað eg, sum havi endaliga ábyrgdina av avrikunum og úrslitunum, og tí ábyrgdini ætli eg mær ikki at renna undan.
- Tað liggur allatíðina eitt trýst á spælarunum og venjaranum, men tað er nakað, sum hoyrir við til fótbóltsspælið. Stóra trýstið, sum er á fótbóltsspælarar, merkir eisini, at nógvir evnaríkir spælarar koma ongan veg, tí teir klára ikki trýstið. Hevði eg ikki kunnað livað við trýstinum, so hevði eg heldur ikki tikið hetta arbeiðið á meg, sigur Morten Olsen.