Tað fekk tey ikki at skifta meining

Tey duga ikki at síggja, at hetta verður til gagns hjá borgarunum í Tórshavnar kommunu

Hetta fekk okkum ikki at broyta meining, tí vit duga framvegis ikki, hvusus hetta fer at koma borgarunum í Tórshavnar Kommunu, til góðar. Tað sigur Trina Eysturoy, limur í Kollafjarðarnevndini hjá Tórshavnar Býráði.

Eitt felag hevur søkt um at seta goymslu-bingjur upp á havnarlagnum í Kollafirði, til pakkning til russisku trolararnar í Norðuratlantshavi. Tey hava eisini søkt um byggiloyvi til eitt pakkhús.

Fyrr í vikuni tóku tríggir limir í Kollafjarðarnevndini, Trina Eysturoy, Elin Debess og Dennis Mads Rólantsson Christensen, stig til eina adressu, har tey vildu hava fólk at skriva undir upp á, at tey mótmæltu, at pakkhúsið verður bygt.

Russisku trolararnir hava goymslu av pakkningi á Skálafjørðinum og har hava nógvar klagur verið um larm og royk frá russiskum trolarum, sum hava verið á Skálafjørðinum, og sum hava umskipa, ella verið eftir pakkningi.

Og Trina Eysturoy stúrir fyri, at nú verður ein stórur partur av trupulleikanum fluttur inn á Kollafjørð – har tey frammaundan longu hava stórar trupulleikar av skipum, sum larma so illa, at fólk fáa ikki náttarfrið.

Men hósdagin varð Kollafjarðarnevndin boðsend á fund við umboð fyri Tórshavnar kommunu um ætlanina, men Trina Eysturoy sigur, at tann fundurin hevur ikki fingið tey at broyta hugsan.

– Vit fingu at vita, at býráðið longu hevur givið loyvi til at seta goymslu-bingjur upp á havnarlagnum. Hon sigur, at tað kom púra óvart á tey, at avtalan longu var skrivað undir. Og hon heldur, at tað kann als ikki góðtakast, tí hon sigur, at málið hevur ikki fingið nøktandi viðgerð í Kollafjarðarnevndini, og nevndin hevur heldur ikki fingið nøktandi kunning um málið, áðrenn avgerðin varð tikin.

– Vit hava verið á einum fundi í Vinnunevndini í undanfarnu Vinnunevndini, men tá møttu vit at mótmæla, tí vit høvdu frægt, at hann skuldi vera. Tað tekur býráðið, sum um at vit eru hoyrd í málinum, men tað eru vit ikki samd í, sigur limurin í Kollafjarðarnevndini.

Hon sigur, at hon dugir ikki at síggja, hvussu hetta fer at gagna borgarunum í Tórshavnar Kommunu. Hon harmast eisini um at ongar treytir fylgja við loyvinum at seta goymslu-bingjurnar upp. 

– Hevði tað av øllum verið ein treyt við loyvinum, at virksemið skal ikki vera til ampa, hevði tað hjálpt munandi, og tað hevði eisini víst, at Tórshavnar Býráð hevur vilja til at tryggja fólki náttarfrið.

Einasta kravið í avtaluni er, at tey skulu ikki óruddað, sigur Trina Eysturoy afturat.

Týsdagin segði Kári Johansen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráði, at hann væntaði ikki, at trupulleikar fara at standast av hesum.

LES MEIRI HER: Eg vænti ikki, at hetta fer at órógva náttarfriðin