Tað var hendingarrík, málríkt og spennandi, tá ið ÍF seinnapartin var gestur hjá Giza Hoyvík. ÍF vann 3-2, og veteranjrin Andy Ó. Olsen skoraði sigursmálið í næstsíðsta minutti.
Inntil tað restaðu tíggju minuttir, var tað einki, sum bendi á, at talan yvirhøvur fór at verða um spenning.
Jan Ó. Ellingsgaard legði ÍF framum, tá ið tjúgu minuttir vóru farnir, og í 68. minutti økti Sunnvar Gregersen Hansen, ið var komin á vøllin stutt eftir steðgin, um ÍF leiðsluna.
Tíggju minuttir undan leikloki minkaði Hugin á Borg Feber um munin. Hann var miðskeiðis í seinna hálvleiki skiftur inn á liðið hjá Giza Hoyvík, og tá ið tað restaðu fýra minuttir, var Hugin á Borg Feber aftur upp á spæl, og so var 2-2
So var tað, at Andy Ó. Olsen ein minutt undan leikloki skoraði ÍF sigursmálið.
Úrslitið ber við sær, at ÍF er aftur á næstfremsta plássi við betri málmuni enn NSÍ. Bæði liðini hava 33 stig. Málmunurin hjá ÍF er +28, og hjá NSÍ er hann +25.
Giza Hoyvík er í tungum sjógvi í botninum. Liðið hevur tíggju stig, ið er sama stigatal, sum Suðringar hava. Tað eru fimm stig fram til HB, sum er á áttanda plássi.