1. deild menn: Í dag legði FC Hoyvík rygg til 5-2 tap á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Tað er synd at siga, at tað gongur væl hjá FC Hoyvík. Í dag var FC Hoyvík á heimavølli á niðara vølli í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ, og fyri triðju ferð á rað fór FC Hoyvík av vølli uttan úrtøku.
Tá ið ein tími var farin, var støðan 5-0 til NSÍ, og tá sá út til, at talan fór at verða um rættuligt skrædl.
Men so svaraði heimaliðið aftur, tá ið veteranurin Jákup Martin Joensen tvær ferðir skoraði.
Unglingaspælarin Árni Frederiksberg legði NSÍ á odda eftir sjey minuttir.
Tá ið ein hálvur tími var farin, vísti dómarin, Rúni Gaardbo, spælandi venjaranum hjá FC Hoyvík, Jan Mølvad Laursen, gula kortið, og í næstu løtu sá hann beinleiðis reytt.
So var mótbrekkan stór hjá heimaliðnum, og NSÍ dusaði sær. Síðsta korterið undan steðginum skoraði NSÍ tríggjar ferir. Andrias á Líknagøtu økti til 2-0, og Árni Frederiksberg skoraði tvær ferðir, og staðfesti harvið hattrikkið.
Fýra minuttir eftir steðgin skoraði Arni Gregersen til 5-0, og so tóku NSÍ spælararnir sær av løttum, og teir tíggju heimamenninir skoraðu tvær ferðir.