Søgan um tilhoyrið hjá Elviru Thomsen byrjaði á heysti í fjør. Hon hevði keypt sær ein hárboyla á netinum, sum sá so ótrúliga penur út. Men tá hon so fekk hann við postinum, varð hon kedd av keypinum, tí hárboylin var als ikki so vakur, sum hann sá út á netinum.
- Eg hugsaði, at hetta dugi eg betur sjálv. Og so gjørdi eg mær ein líknandi hárboyla –bara penari- og brúkti hann nógv. Eg fekk heilt nógvar viðmerkingar frá fólki, sum vildu hava meg at gera ein til teirra eisini, greiðir Elvira frá.
Ein av vinkonunum, sum keypti ein hárboyla frá Elviru, arbeiðir í Events í SMS. Har selja tey tilhoyr burturav, og so skjótt handilsleiðarin sá arbeiðið hjá Elviru, bílegði hon nakrar boylar at selja. Teir komu í handilin fríggjadag, og mánamorgunin eftir vóru allir longu seldir. Elvira hevur fleiri ferðir síðani sent fleiri vørur úr Keypmannahavn til Events.
Supersmartir hárboylar
Elvira heldur tað vera ótrúligt, so skjótt tað hevur gingið, síðani hon gjørdi sín fyrsta hárboyla. Men frá fyrsta degi hevur hárprýðið frá henni verið sera vælumtókt.
- Tað er løgið, men stuttligt at síggja tað, sum eg havi gjørt, á gentum, sum eg slett ikki kenni, sigur Elvira.
Hon greiðir frá, at hon eisini selur til ein handil á Christianshavn, har hon býr.
- Ein dagin varnaðist eg eina gentu, sum riggaði so ótrúliga væl, og tá eg hugdi nærri, sá eg, at hon var í einum boyla frá mær. Eg brúki so mikið nógva tíð og orku uppá hetta, so eg kenni hvønn einasta hárboyla aftur, sigur Elvira flennandi.
Umframt at síggja boylarnar aftur á gøtuni, hevur Elvira eisini sæð teir í SMS-blaðnum, Rákinum, á einum myndatema av Hvonn-live á portalinum og í eini av x-factor sendingunum.
- Tað er ein stór dilla við hárboylum, og tað er øgiliga smart beint nú. Higartil havi eg mest nýtt silkibond, rosettir og sloyfur, men nú summarið nærkast, fari eg at nýta fleiri blómur, greiðir Elvira frá.
Hon hevur eisini ætlanir um at fara at gera fleiri ymisk sløg av hárprýði, til dømis hárspenni.
Framleiðir eisini eftir umbøn
Elvira nýtir ein stóran part av síni frítið til hetta ítrivið.
- Mær hevur altíð dámt væl at nýtt hendurnar og verið kreativ, og eg havi til dømis seymað og málað nógv. Men nú fer tað mesta av tíðini við hesum.
Elvira hevur eina heimasíðu: www.elvirat.com, har hon sýnir arbeiðið fram, og hon ímyndar sær, at hon við tíðini eisini fer at kunna selja umvegis heimasíðuna, men tað verður nokk ikki rættiliga enn. Tó ber til at skriva til hennara, um man hevur okkurt serligt ynski.
- Eg haldi, at tað er ógvuliga spennandi at samskifta við fólk á hendan hátt og fáa nýggjan íblástur frá teimum. Tað eru jú fleiri fólk, sum ganga runt við góðum hugskotum, men ikki hava evnini at gera hugskotini til veruleika. Og har kann eg kanska hjálpa teimum, sigur Elvira.
----------------------
Elvira framleiðir hárpynt -bæði eftir egnum hugflogi, men eisini í samstarvi við kundan, um ynskið er okkurt heilt serligt
Myndatekstur:
Elvira nýtir alskyns tilfar til boylarnar, men í summar fer hon væntandi at nýta fleiri blómur
---------------
Les meira á: www.elvirat.com