– Vit hava eitt ríkidømi, sum ger okkum til eina av heimsins ríkastu tjóðum, og har nóg mikið er til øll. Og vit eru í roynd og veru eitt stórveldi, og ein stórhavstjóð, tá ið vit hugsa um ikki bara landøkið men um land og hav.
– Vit hava allar møguleikar at standa á egnu beinum í heiminum og taka ta ábyrgd, ið hetta krevur. Hetta var boðskapurin hjá formanninum í Tjóðveldi, Høgna Hoydal, nú flokkurin heldur floksting í Klaksvík í dag.
Høgni Hoydal staðfesti, at eitt av aðalmálunum hjá samgonguni var at gera eina nýggja fiskivinnuskipan, hevur tað eydnast.
– Vit vistu, at tað fór at verða ódnartak at fremja nýskipanirnar og vit vistu, at tað fór at skapa mótstøðu staðfesti hann. Og sigur, at tað hevur gingið sjón fyri søgn.
· Vit eru ikki komin á mál við øllum. Og larmurin hevur verið øgiligur. Og tað listarliga avrikið hevur ikki verið til nakað høgt tal á stigatalvuni, sigur hann.
Men hann tekur eisini í egnan barm og ásannar, at kunning um nýskipanina hevur eisini verið alt ov vánalig og at tey áttu at havt gjørt meiri burtur úr at svara atfinningunum aftur.
Hinvegin heldur hann eisini, at avrikini hjá hesi samgongini eru tey størstu, hann veit um at nøkur samgonga hevur framt í nýggjari tíð.
– Vit hava framt eina fiskivinnunýskipan, ið sjálvsagt er merkt av nógvum semjum og broytingum sigur hann.
Men hann heldur kortini, at fiskivinnuskipanin hevur høvuðsmálini og grundreglurnar í tí, samgongan settu sær fyri, og hann er vísur í, at hon fer at verða til stórt gagn fyri burðardygga veiði, virðisøking, vinnumøguleikar kring landið.
– Teir komandi dagarnar og vikurnar fara fleiri av nýggju møguleikunum í fiskivinnuskipanini at verða settir í verk. Og hóast eisini her verður nógv atfinning og rok, so havi eg sera bjartar vónir, sigur formaðurin í Tjóðveldi.