Tá ið eg kom inn á skúlan vaknaði eg

Birita Poulsen heldur ikki, at hon veruliga visti, hvat hon var farin í gongd við

27 ára gamla Birita Poulsen, sum er ættað av Sandi, er sopranur og gongur á virda Hochschule Für Musik Hanns Eisler í Berlin. Í 2019 tók hon bachelor útbúgving, og nú tekur hon master útbúgving. Hon verður eftir ætlan liðug á sumri 2022.

Í januar fekk hon serstøku virðislønina, tá ið Mentanarvirðislønir landsins vóru latnar.

Tað var ikki, fyrr enn hon var komin væl upp í tannáringaárini, at Birita Poulsen veruliga legði seg eftir at menna seg innan klassiskan sang, og hon heldur sjálv, at byrjanin til hennara yrkisleið innan sang var rættiliga tilvildarlig, og kanska visti hon ikki veruliga, hvat hon fór í holt við.

Eftir fólkaskúlan hevði Birita hug at fáa sær útbúgving innan sang. Hon søkti inn á skúla í Danmark og fekk pláss, men hon hevði hug at royna seg í Berlin, har hon hevði vitjað nakað frammanundan. Hon fór til upptøkuroynd á Hochschule Für Musik Hans Eisler í Berlin. Hon stóð seg væl, kom víðari til enn eina upptøkuroynd og slapp inn.

– Eg gav mær ikki so nógv far um, hvat kravdist fyri at sleppa inn, og hvat mítt talent var. Helst var tað eisini tí, at eg tordi at fara til upptøkuroynd. Tá ið eg kom inn á skúlan, vaknaði eg. Tá fór eg at hugsa meira um, hvørji krøvini vóru, hvussu nógv fólk høvdu søkt inn, hvør bakgrundini hjá hinum var, og hvussu lítið av royndum eg hevði innan sang, sigur hon við Sosialin um vikuskiftið.

– Tað var, eftir at eg var komin á skúlan, at tað veruliga gekk upp fyri mær, hvat eg var í gongd við. Nógv av teimum, sum gingu á skúlanum, høvdu fingið frálæru, síðani tey vóru 5-6 ára gomul. Eg hevði havt ein púra vanligan uppvøkstur á Sandi og fekk ikki veruliga sangundirvísing, fyrr enn eg var væl og virðiliga tannáringur.

– Hetta stríddist eg við í eina tíð. Eg setti spurningar við mínar førleikar, míni evni og mínar royndir. Eg kendi meg lítlan aftur ímóti hinum á skúlanum. Eg hevði eitt natúrligt framfýsni, men tað fór ikki at føra meg allan vegin á skúlanum. Hetta tíðarskeiðið var krevjandi, men eg kom víðari. Lærararar vistu, hvat eg stríddist við, og teir hjálptu mær, og eg bleiv meira tilvitað um, hvørjar mínar styrkir vóru, og hvat eg skuldi betra. Eitt nú lærdi eg meg at hugsa, at mín fríi uppvøkstur á Sandi kundi brúkast sum ein styrki hjá mær.

– Eg var ikki greið yvir, at eg hevði eitt talent. Eg royndi meg bara fram, og meðan nógvar av hinum, sum søktu inn, møttu til upptøkuroynd væl fyrireikaðar í flottum kjólum, kom eg í mínum svørtu kovboybuksum og einari hálskragatroyggju, tí eg kendi meg væl í tí, sigur Birita Poulsen

Greinin kann lesast í fullum líki í VikuskiftisSosialinum.