Tað kann vera hýggjuskotið og óegnað at eta

Nú ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan aftur ímóti eini matvøru

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú um, at soðlopi, ella stirðnað soð, er selt í Føroyskum handlum, hóast tað hevur víst seg, at sumt av tí er hýggjuskotið.

 Talan er um hesar vørur: 

 Budget kraftsky

Nettovægt: 200 g
Bedst før dato: 15/2-2020
Lot nummer: 100265
EAN stregkode: 5712871870372

 Rema 1000 sky

Nettovægt: 200 g
Bedst før dato: 15/2-2020
Lot numrene: 100265 og 20000901
EAN stregkoderne: 5712871870372 og 5705830601605

 Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tað er staðfest, at í onkrum av hesum pakkunum hevur soðlopin verið hýggjuskotin og tískil er tað ikki mannaføði. 

 Tí heita tey á fólk, sum hava onkrar av hesum bikarunum um at koyra tey í skrell, ella at lata vøruna aftur í handilin, haðani hon er keypt.