kappróður
Tað er so ofta endurtikið, og hervið verður tað sagt fyri síðstu ferð í hesum róðrarárinum: Tað eru marginalirnir, sum gera av, um tað gongur væl, ella um tað gongur minni væl í kappróðri.
Staðfesting av sannleikanum í omanfyri nevndu útsøgn hevur verið í kappingini millum dreingjamanningarnar tvær tær seinastu ferðirnar.
Á Vestanstevnu var Ritan sannførandi vinnari, meðan Jallurin endaði á triðja plássi. Á Ólavsøku var Jallurin sera sannførandi vinnari, meðan meistararnir á Rituni duttu heilt aftur á fjórða plássið.
Manningarliga frágreiðingin hjá teimum á Jallinum var, at teir á Vestanstevnu høvdu róð við óvandum eykamanni, tí ein av føstu monnunum var skaddur. Á Ólavsøku vóru allir teir væl vandu tøkir aftur.
At úrtøkan hjá meistarunum var so løk á Ólavsøku, høvdu teir á Rituni sína frágreiðing um. Ein av teimum, sum hevur verið við til at tryggja teimum so nógvar sigrar í summar, at tað longu á Vestanstevnu rakk til FM heitið, var undan Ólavsøku farin til skips. Harvið noyddist ein, sum bara hevði vant nakrar heilt fáar ferðir, at seta seg millum væl vandu unglingarnar, og tað sást aftur. Soleiðis er tað bara. Hjá teimum, sum knúlvast millum teir bestu, ber tað illa til, um ikki allir eru væl trimmaðir og vandir.
Tá ið startskotið hevði ljóðað, tóktist tað í fyrstu tøkunum, at Ritan aftur á Ólavsøku skuldi seta dám á róðurin. Men soleiðis tørnaði tað ikki út. Tað var Jallurin, sum so rudduliga setti dám á ólavsøkuróðurin.
Startspurturin var ikki meiri enn hálvbardur, tá ið Jallurin hevði lagt seg á odda, og so vísti tað seg bara at vera ein spurningur um, hvussu tryggur sigurin hjá Jallinum fór at verða.
Ritan misti heilt nógv. Kollur og Sílið róðu ógvuliga væl, og teir vóru báðir undan meistarunum, tá ið teir komu á mál.
Jallurin var fullkomuliga suverenur. Á málinum vóru teir leysir av næstu bátunum. Harvið tryggjaði Jallurin sær so rudduliga silvurmerkini í FM kappingini, og eftir róðurin kendu glaðu høvuðsstaðar dreingirnir seg hava vunnið mest sum eyka FM heitið.
Meistaraheitið kundi tó eingin taka frá sundadreingjum. Men tað skerst ikki burtur, at ólavsøkuróðurin ikki royndist soleiðis hjá teimum norðuri í Sundi, sum tað kanska var lagt upp til.
5-mannafør dreingir Ólavsøku úrslitið
NummarBáturTíð
1Jallurin4:40.21
2Kollur4:44.08
3Sílið4:44.16
4Ritan4:45.13
5Strípan4:46.20
6Havfrúgvin4:50.22
7Drekin4:58.06
8Blikur5:10.05