Tað má ikki vera nakar ivi um trygdina

Tí vilja kommurnar ikki átaka sær at undirvísa ungum, sum skulu taka koyrikort til prutl

At undirvísa ungum, sum skulu hava koyrikort til prutl, er ein uppgáva hjá góðkendum koyrilærarum, og ikki hjá meiri ella minni tilvildarligum fólkaskúlalærarum. 

Tað halda tey í Kommunufelagnum.

 

Sum vit skrivaðu í áðni, verður skipanin nú sett í verk, har 15 ára gomul nú skulu kunna taka koyrikort til prutl.

 

 

Les eisini: Nú verður aldursmarkið lækkað fyri at koyra prutl

 

 

Ætlanin var, at ferðslufrálæran í sambandi við koyrikortið skuldi vera í kvøldskúlanum, ella framhaldsdeildini í fólkaskúlanum.

 

Men tað er ein uppgáva, kommunurnar ikki eru sinnaðar at átaka sær.

 

Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum, staðfestir, at frálæran í sambandi við koyrikort, er ein landsuppgáva. Skulu uppgávur leggjast undir kommunurnar, er tað vanliga eftir eini samráðing ímillum partarnar. Tað er ikki gjørt í hesum føri, men tað er ein mannagongd, Kommunufelagið ætlar at halda fast um.

 

Formaðurin í Kommunufelagnum heldur eisini, at uppgávan at undirvísa í sambandi við koyrikort, er ein uppgáva fyri góðkendar koyrilærarar, og eigur ikki at verða áløgd fólkaskúlalærarum, sum, meiri ella minni tilvildarliga, eru til taks til undirvísingina akkurát tá ið brúk er fyri tí.

 

Hann ásannar, at tey flestu 15 ára gomlu, ið ætla sær at taka koyriprógv til prutl, koma óivað skjótt eftir at koyra sjálvt prutlið.

 

– Men tað er av størri týdningi, at tey so tíðliga sum gjørligt læra um skilagóða atferð í ferðsluni og um ferðslutrygd, sigur hann.

 

Hann sigur, at 15 ára gomul, sum fáa koyrikort til prutl, skulu beinanvegin ferðast í ferðsluni á jøvnum føti við øll onnur, og tí er eisini neyðugt, at tey, beinanvegin, læra grundleggjandi hugburð til ferðslu og ferðslutrygd.

 

– Tey fara helst víðari at taka koyrikort til onnur akfør seinni, og tá skal rætta grundarlagið verða lagt beinanvegin, heldur Dennis Holm.

 

 – Hugsað tær til eina ræðumynd, har eitt ungt fólk, ið hevur fingið ferðslufrálæru til koyrikort í kvøldskúla, ella í framhaldsdeildini, verða fyri eini ferðsluvanlukku, og niðurstøðan verður, at tað er undirvísingin var ov vánalig, nevnir hann, sum eitt dømi.

 

– Tað er ein orsøk til, at tað er eitt krav, at tað eru serútbúnir koyrilærarar, ið hava ferðslufrálæru í sambandi við koyrikort. Og fyri at hava vissu fyri, at trygdin er í hásæti, halda vit, at frálæran í sambandi við koyrikort til ung undir 18 ár, verður skipað á sama hátt sum frálæran til tey eldru, sigur Dennis Holm.

 

Hann dugir heldur ikki at síggja nakra orsøk til at kommunurnar skulu gera til at loysa eina uppgávu, sum verður betri loyst av teimum fakfólkum, sum longu arbeiða á økinum í dag.

 

– Í dag eru koyrilærarar at kalla kring alt landið, so eg síggi ikki trupulleikan, sigur Dennis Holm.