arbeiðsloysi
Fyri alt árið 2003 var meðalarbeiðsloysið 664 persónar, sum í 2004 hækkaði til 960, ella 296 fleiri, sum svarar til 45%.
Hagstovan sigur á heimasíðuni frá, at fyri fyrstu ferð síðan 1995 eru fleiri menn enn kvinnur arbeiðsleysir. Annars hava seinnu árini javnan verið eini 200 til 300 fleiri kvinnur enn menn verið arbeiðsleysar.
Verður arbeiðsloysið býtt sundur uppá aldursbólkar í 2004, so eru flestar arbeiðsleysar kvinnur í bólkinum 25-34 ár, meðan flestir menn eru í bólkinum 55-66 ár. Soleiðis var eisini árið fyri.
Arbeiðsloysið er vaksið um alt landið. Men tað er nógv størst í Suðuroy, og tað var tað eisini í 2003. Har eru umleið 9% av kvinnum og 5% av monnum uttan arbeiði. Lægst er tað í Eysturoynni har gott 2% av bæði monnum og kvinnum eru uttan arbeiði.
Hyggja vit at langtíðargongdini, sum vit hava sett saman í kurvumyndini, so visir hon eina søgu um samfelagskreppuna, sum var í hæddini í 1995, men sum batnaði ár um ár fram til 2002. Um heystið tað árið kom arbeiðsloysi niður á 2%. Vanliga hevur tað - um vit hyggja at teim einstøku árunum - ligið høgt í januar til mars. Hinvegin hevur tað uppá ársbasis ligið lágt út á heystið. Men nú arbeiðsloysið sum heild er vaksandi, so er myndin nakað øðrvísi.
Eitt vaksandi arbeiðsloysi fer at fáa ávirkan á flytingarnar millum Føroyar og útlandið. Í 2004 var fyri fyrstu ferð í 8 ár ein nettoflyting til útlandið.