Sambandsflokkurin
-Tað er gott at vera fullmannaður aftur!
Tað ásannar Kaj Leo Johannesen, formaður í sambandsflokkinum, nú tað er greitt, at Johan Dahl aftur er limaður inn í sambandsflokkin á tingi.
Sum floksformaður er tað altíð harmiligt at missa av liðnum, men líka gott er tað at fáa liðið fullmannað aftur.
Formaður sambandsfloksins sigur, at tað eru ongar serliga avtalur gjørdar fyri at fáa løgtingsmannin aftur í rætt.
Men hann sigur, at tey hava tosað um støðuna.
- Vit hava vent hvørjum steini og eru samd um, at hetta er tað besta fyri allar partar, sigur Kaj Leo Johannesen. Samstundis eru vit samd um, at gloyma fortíðuna og um at hyggja frameftir ístaðin.
Hann ásannar, at tað er ein stór styrki fyri sambandsflokkin at fáa Johan Dahl upp í flokkin aftur.
- Hann er ótrúliga raskur og hann dugir sera væl at gera vart við sjónarmiðini hjá flokkinum. Men samstundis er ikki yvir at dylja, at Johan Dahl fyllir nógv og krevur nógv rúm, har hann er og sostatt krevur hann nógv pláss á liðnum.
-Men tað er sjálvsagt mín uppgáva at fáa tað besta fram í hvørjum einasta tinglimi og tað fari eg framhaldandi at royna.
Fáa nógv burturúr
Men sum tað sæst í hinari greinini, heldur Johan Dahl, at Sambandsflokkurin fær ov lítið burturúr og at flokkurin skal markera seg meiri, skal hann hava møguleika at standa seg væl á einum komandi løgtingsvali.
Men her er floksformaðuri ósamdur. Og hann sigur, at tingmanningin er eisini ósamd.
- Eg haldi, at vit eiga bróðurpartin í samgonguskjalinum og tey fremstu av okkara hjartamálum eru loyst, ella eru í ferð við at verða loyst.
Kaj Leo Johannesen nevnir einskiljingarnar, sum nógv hava tosað um, men sum gongd nú er komin á. Hann nevnir eisini, at ríkisfelagsskapurin er dagførdur og at ES er aftur sett á breddan í almenna kjakinum í Føroyum.
- Hetta eru øll hjartamál hjá sambandsflokkinum, sum vit hava lagt dent á og sum nú eru framd, ella eru um at verða framd, sigur formaðurin í sambandsflokkinum.
Tí sigur formaðurin, at tað eru ongar avtalur gjørdar um serliga mál, sum flokkurin skal markera seg við fyri at fáa Johan Dahl upp í flokkin aftur.
- Johan Dahl er ein av sjey tinglimum og hann er hvørki meiri ella minni verdur enn nakar annar og tí skal hann heldur ikki hava nakra serviðgerð í flokkinum, sigur Kaj Leo Johannesen.
Men vit gleða okkum til eitt framtíðarsamstarv, har vit øll hava ábyrgdina av hvørjum øðrum, leggur hann afturat.
Hann vísir eisini á, at sjálvandi kunnu øll ikki vera samd um alt, men ósemjur eiga í størri mun at verða viðgjørdar innanfloks, tí tað ringasta fyri ein flokk er leypa á hvønn annan í fjølmiðlunum.