Fyri triðju ferð í ár verður klassikarin millum Havnina og Klaksvík á skránni, tá ið HB 2. hvítusunnudag tekur ímóti KÍ. Í fjórðingsfinaluni í steypakappingini í Klaksvík skiftust liðini um at vera leikliga omaná. Tað endaði 5-3 til HB eftir dramatiska uppgerð og longda leiktíð.
Landskappingardysturin í 3. umfari í Klaksvík endaði 1-1. Ta ferðina misnýtti HB brotsspark, tá ið eitt korter var eftir.
Eftir tvey stórtap í landskappingini og eitt stórtap í steypakappingini fótaði HB sær rættuliga mikukvøldið. Hóast tað ikki rakk til finalupláss, so boðar 5-2 sigurin á EB/Streymi frá, at tað er tyngd og broddur í, tá ið álopsparturin riggar. Verri er statt í verjupartinum. Tølini siga, at HB hevur skorað næstflest mál, og at tað bara er hjá trimum teimum niðastu á talvuni, at fleiri mál eru farin ígjøgnum enn hjá HB.
Allir teir, sum mikukvøldið vóru við til at vinna 5-2 á EB/Streymi, eru tøkir á HB liðnum.
Eftir laka byrjan hevur KÍ rættuliga fótað sær. Fýra sigrar á rað eru orsøk til, at klaksvíkingar nú eru omanfyri HB á støðutalvuni.
KÍ eygleiðararnir, sum vóru í Gundadali mikukvøldið, sóu, at tað er í aftaru røðunum, at ketan er veik hjá HB, meðan tað í framrættaða spælinum eru bæði hugflog og mál. Tí er einki at ivast í, at klaksvíkingar fara at halda seg til gomlu uppskriftina hjá bygdarmonnum, sum sigur, at tað er óðamannaverk at geva HB loyvi at varðveita bóltin, og at tað ofta roynist væl, tá ið sigursvanda liðið verður stressað frammarlaga á vøllinum.
Tað er stór kapping um plássini á KÍ liðnum. Einasti maður, sum ikki er tøkur hesa ferð, er Henry Heinesen, sum seinastu ferðirnar hevur verið ytstur á miðvøllinum í høgru. Ímóti Víkingi loysti Kristoffur Jakobsen Henry av, og tað er upplagt, at Kristoffur hesa ferð verður í tí ódnini frá fyrsta bríksli.
Í fjør fór KÍ báðu ferðirnar úr Gundadali við sigrum ímóti HB – 4-1 og 3-1.
HB - KÍ:
Eiler Rasmussen
2. hvítusunnudag kl. 15.00