Í gjár varð Joe Biden tikin í eið sum amerikanskur forseti. Men Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, er sannførdur um, at tað fer ikki at ávirka viðurskiftini ímillum Føroyar og USA, at USA nú hevur fingið nýggjan forseta.
Jenis av Rana ásannaði í úvarpinum hjá FM1 í gjár, at forsetavælevnini bæði í USA, Joe Biden og Donald Trump, hava verið rættiliga ósamdir, men hann ivast í um tað hevur stungið so djúpt í sambandi við viðurskiftini ímillum USA og Føroyar, og USA og Arktiskt.
Hetta seinasta árið hava Føroyar og USA arbeitt fyri at menna samstarvið, og Jenis av Rana ivast ikki í, at tað fer at halda fram óbroytt. Eitt nú hevur verið arbeitt fram ímóti at stovna eina føroyska sendistovu í Washington og Jenis av Rana dugir ikki at síggja, at forsetaskiftið fer at ávirka tað upp á nakran máta.
Hann væntar heldur ikki, at forsetaskiftið fer at ávirka trygdarpolitisku viðurskiftini. Har hava Norðuratlandshav, og Arktiskt, ein týðandi leiklut í stríðnum ímillum stórveldini og Jenis av Rana væntar ikki, at amerikanarar fara at broyta kós.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr hvørjar metingar, Jenis av R ana hevur gjørt sær av forsetaskiftinum í USA.