Tað ber ikki til at vinna Champions League tvey ár upp í slag. Tað má verða niðurstøðan, eftir at Real Madrid í kvøld vann ikki minni enn 4-0 á Bayern Munchen. Real Madrid hevur nú møguleikan at vinna meistarakappingina fyri tíggjundu ferð.
Sergio Ramos í andglettinum
Real Madrid hevði bæði Cristiano Ronaldo og Gareth Bale við frá byrjan. Men tað var miðverjin, Sergio Ramos, sum dró yvirskriftirnar í fyrra hálvleiki. Longu aftaná tjúgu minuttir hevði hann lagt Real Madrid á odda 2-0. So Bayern Munchen skuldi heilt upp á fýra mál fyri at koppa høvðusstaðarfelagnum úr Madrid.
Bayern Munchen trýsti spælið fram á hálvuna hjá Real Madrid, men tað gav bakslag. Í mótálopi tuskaðu Gareth Bale og Cristiano Ronaldo avstað. Fyrrnevndi trillaði bóltin upp á tvørs til Cristiano Ronaldo, sum skoraði sítt 15. mál í Champions League hetta kappingarárið. Tað er nýtt met.
Ein minutt fyri tíð økti Cristiano Ronaldo við hegnisligum frísparki, tá hann sparkaði bóltin undir manngarðin og í mál.
Bukaðir meistarar
Bayern Munchen var ongantíð nær við at hótta Real Madrid í kvøld. Real Madrid hevði fult tamarhald á øllum dystunum, tó uttan at hava bóltin so nógv.
Undan dystinum varð tosað um, at nú mátti Franck Ribery, kosin besti spælarin í Evropa farna ár, traðka til. Tað gjørdi hann ikki og bleiv útskiftur í seinna hálvleiki uttan at hava sett sín dám á dystin.
Real Madrid er í Champions League finaluni, har teir kunnu møta antin José Mourinho og Chelsea, ella grannunum úr Atletico Madrid.
Champions League hálvfinalur:
Bayern Munchen (0) – (1) Real Madrid 0-4 (0-3)
0-1 Sergio Ramos, 16
0-2 Sergio Ramos 20
0-3 Cristiano Ronaldo, 34
0-4 Cristiano Ronaldo, 89
Real Madrid vinnur samanlagt 5-0