Tað skuldi vera ein føroyingauppgerð, men tað bleiv tað ikki í nakran mun í Wonderino-høllini í Kiel tíðliga seinnapartin í dag, tá THW Kiel og Füchse Berlin spældu dyst í týsku bundesliguni.
Okkara menn, Elias Ellefsen á Skipagøtu hjá THW Kiel og Hákun West av Teigum hjá Füchse Berlin sluppu ikki upp í part.
Tað bleiv ikki tann løtan frammanfyri sjónvarpsskíggjan, ið mong høvdu vónað. Men Elias og Hákun fara at fáa møguleikan aftur.
Annars vann THW Kiel 30-26 (14-10) á Füchse Berlin. Talan er um fyrsta tapið hjá Füchse Berlin í bundesliguni hetta kappingarárið.
Füchse Berlin er oddalið við 21 stigum. Kiel hevur 16 stig á fimta plássinum.
Longu týskvøldið spælir Füchse Berlin móti Dinamo Bukarest í útidysti í EHF European League.
Mikukvøldið hevur Kiel torføran útidyst í Champions League móti Aalborg.