Tað endaði javnt millum liðini hjá Vilhelmi og Eliasi

Liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen var fyri greiðum tapi

Føroyingauppgerð var í týsku bundesliguni í kvøld.

 

Í ZAG Arena høllini í Hannover møttust liðini hjá Vilhelmi Poulsen og Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Hannover-Burgdorf og THW Kiel.

 

Tá 19 sekund vóru eftir av dystinum var Kiel á odda 29-28. Tá gjørdi Elias eitt tekniskt mistak, og bólturin var dømdur til Hannover, ið vann sær eitt brotskast í allarseinastu løtu. Marius Steinhauser setti brotskastið í netið, og so endaði dysturin við javnleiki 29-29. Hannover var á odda 17-14 í steðginum.

 

Føroyingarnir slitu ikki máltalvuna í kvøld. Elias skoraði eitt mál í kvøld.

 

Javnleikurin í næstseinasta dystinum í kappingarárinum var nóg mikið til at tryggja, at Kiel endar millum fýra tey ovastu liðini. Kiel hevur 49 stig á fjórða plássinum. Hannover hevur 44 stig á sætta plássinum. Teir eru eitt stig aftanfyri liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt, ið hevur 45 stig. 

 

Kiel, ið er steypavinnari og kemur at enda á fjórða plássinum í bundesliguni sleppur at enda kappingarárið á heimavølli. Sunnudagin klokkan 14 kemur Eisenach á vitjan í Wonderino-høllini í Kiel. Hannover spælir eisini sunnudagin klokkan 14. Teir spæla á útivølli móti Gummersbach.

 

Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt megnaðu ikki at rætta Hákuni West av Teigum og liðfeløgum hansara í Füchse Berlin eina hjálpandi hond. Flensburg tapti greitt 27-35 fyri verandi meistarunum, Magdeburg á útivølli. Magdeburg var frammanfyri 17-12 í steðginum.

 

Í sínum næstseinasta dysti í bundesliguni á hesum sinni megnaði Jóhan at skjóta trý mál upp á tríggjar málroyndir. 

 

Magdeburg er nú fremst í bundesliguni við 55 stigum, og hava ein dyst eftir. Hákun og liðfelagarnir í Füchse Berlin kunnu tó í annaðkvøld koma upp á 56 stig, og harvið hava fyrimunin undan seinasta leikumfarinum. Berlinarnir taka í annaðkvøld klokkan 18 móti Gummersbach í Max Schmelling høllini.