Tað mundi vera á leið manntómt á øllum gøtum í landinum í kvøld. Gekkurin var hesa ferð 1,3 mió krónur, men heldur ikki í kvøld eydnaðist at tøma stóra pottin hjá Kringvarpinum.
Tað ber við sær, at Gekkurin át seg enn feitari, soleiðis at hann nú er 1,4 milliónir skattaðar krónur. So ivaleyst verður skilið á gøtunum kring landið tað sama um eina viku.