Jóannes Nielsen, rithøvundur, sum fylti 70 ár í dag

TAÐ SKRIVAR REUTERS

Ognað Jóanes Nielsen á 70-ára degnum

Jóannes Nielsen, rithøvundur, sum fylti 70 ár í dag

Tað skrivar Reuters,

sigur útvarpsmaðurin allan dagin,

upp í saman,

upp í saman.

Men hvat Jóanes Nielsen skrivar

sigur hann ikki eitt orð um,

ikki eitt orð,

ongantíð.

Jóanes Nielsen hevur einki annað gjørt í mong,

mong ár

enn at skriva,

skrivað,

skrivað,

skrivað og

skrivað,

tað hevur útvarpsmaðurin ikki uppdagað.

Við at skriva

hevur Jóanes livað

so ella so.

Fimm ár yngri enn heimastýrislógin,

trý ár eldri enn fosturtøkulógin.

Eingin tekur hann!

Einaferð spurdi hann

hvør er størri sumbingur

tú ella eg?

hann svaraði sjálvur:

báðir hálvir.

Jóanes bindur ikki frið

hann skrivar framvegis

og hevur onga orsøk

at binda um heilan fingur

hóast útvarpsmaðurin einki sigur

ár eftir ár eftir ár.

So leingi vit líkjast

útvarpsmanninum,

og eru so sjúkliga upptikin

av okkum sjálvum,

byggja vit ikki land.

Úrslitið verður

onkustaðni

millum

plastikk

og einki.

Skaldið

fær sær enn eitt ball

hyggur út

í fjørðin

og heldur fram við at skriva.

Útvarpsmaðurin

gloymir at spyrja

hyggur

í innbakkan

og tosar upp í saman.

                                             Martin Næs   

----

Jóannes Nielsen, rithøvundur, sum fylti 70 ár í dag