Tað verður fótbóltur fleiri dagar um vikuna

Fleiri broytingar eru gjørdar í kappingarskipanini, millum annað tí HB framvegis er upptikið av europeiskum uppgávum

Mánadagin og mánakvøldið vera tríggir dystir í 17. umfari: TB og B68 spæla klokkan 16.00, og EB/Streymur – KÍ og Víkingur – B36 vera klokkan 19.

Týsmorgunin fer HB av landinum við kós ímóti Ísrael, har fyrri dysturin ímóti Maccabi Haifa í Europa Conference League verður hóskvøldið klokkan 18.00.

Heimadysturin ímóti Maccabi Haifa verður hósdagin 12. august.

At HB framvegis er upptikið í europeiskum fótbólti ber við sær, at dystir eru útsettir. Longu frammanundan eru fleiri dystir útsettir. Tí verður tað fótbóltur nógv yrkakvøld næstu vikurnar.

HB er sett at spæla á útivølli ímóti ÍF um eina viku, sunnudagin 8. august, og á heimavølli ímóti KÍ leygardagin 14. august. Dysturin í Fuglafirði er útsettur til mikudagin 15. september, og heimadysturin ímóti KÍ er útsettur til mikudagin 18. august.

Um tað eydnast HB at vinna seg víðari ímóti Maccabi Haifa, so verður neyðugt at flyta dystin ímóti KÍ einaferð aftrat, tí næsta umfar í Conference League er sett at vera hósdagarnar 19. og 26. august.

TB – EB/Streymur, sum ikki varð spældur á jóansøku, er útsettur til mikudagin 22. september.

Fýra dystir frá 12. umfari, sum vórðu útsettir í mai, vórðu settir at verða spældir mikudagin 18. august. Teir eru Víkingur – EB/Streymur, B68 – 07 Vestur, B36 – HB og TB – ÍF. Nú hevur FSF gjørt av, at teir aftur eru útsettir. Dystardagurin er nú ásettur at vera leygardagin 2. oktober.

Ólavsøkudysturin millum HB og KÍ er úrsettur í næstan tríggjar mánaðir – frá 29. juli og til mikudagin 20. oktober.

Skráin hjá HB sær soleiðis út næstu vikurnar

Hósdagin 5. august          Maccabi Haifa – HB

Hósdagin 12. august        HB – Maccabi Haifa

Mikudagin 18. august     HB – KÍ

Sunnudagin 22. august   Víkingur – HB

Sum nevnt omanfyri er møguleiki fyri, at hesir báðir seinast nevndu dystirnir verða útsettir einaferð aftrat. Soleiðis verður tað, um HB verður samantaldur vinnari ímóti Maccabi  Haifa.

Leygardagin 28. august  B36 – HB

So verður steðgur í landskappingini fram til 12. september, tí Føroyar skulu spæla tríggjar HM undankappingardystir á heimavølli: Ísrael mikudagin 1. september, Danmark leygardagin 4. september og Moldova týsdagin 7. september.