Sjálvur setti eg tann 2. august ein skrivligan grein 52a fyrispurning til Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum um “Afturrindan av heilsutrygdargjaldi til útisiglarar”. Hesin fyrispurningur varð m.a. settur, tí onki hendir í málinum um at endurrinda heilsutrygdargjaldið, sum útisiglarar av órøttum hava goldið. Í svarinum var m.a. sagt, at lógaruppskot skuldi leggjast fyri Løgtingið í hesari tingsetuni.
Útisiglarar fingu viðhald í bæði kærunevnd, Føroya Rætti og Landsrættinum, og tá ið Heilsutrygd ætlaði í Hægsta Rætt við málinum, fekst ikki loyvi til at royna tað har.
Landsstýriskvinnan í heilsumálum, skuldi gera eitt lógaruppskot, so teir útisiglarar, ið hava goldið heilsutrygdargjald av órøttum, kunnu fáa pengarnar aftur.
Landsstýriskvinnan hevur upplýst, at ein arbeiðsbólkur er settur at tilevna hetta lógaruppskotið, og skal m.a. gera eina meting um kostnaðin av afturgjaldingini. Arbeiðsbólkurin er ikki liðugur við sítt arbeiðið, og tað er tí ikki møguligt í løtuni at siga, hvat kostnaðurin av afturgjaldingini verður.
Í svarinum til ein fyrispurning nýliga settur av Jacob Vestergaard, løgtingsmanni, endurgevur landsstýriskivnnan TAKS fyri at siga, at tey, sum innheintingarmyndugleiki, heldur ikki kunnu steðga innheinting, fyrr enn TAKS hevur fingið upplýst, hvør persónur hevur rætt til undantak. Á sama hátt kann TAKS ei heldur gjalda út aftur goldið heilsutrygdargjald, fyrr enn stovnurin hevur fingið upplýst, hvør persónur skal hava afturgoldið og fyri hvat tíðarskeið.
Landsstýriskvinnan sigur eisini í svarinum, at illa ber til at staðfesta, hvør hevur rætt til undantak frá at gjalda heilsutrygdargjald uttan skjalprógv. Um persónar søkja um undantak, ber til at viðgera málið hjá teimum; harundir hvar tey hava arbeitt og nær, og hvussu skattaviðurskiftini hava verið.
Í mínari verð er hetta, sum landsstýriskvinnan førir fram, undanførslur og vantandi politiskur vilji at avgreiða málið. Tað finst ríkiligt av allari skjalfesting í hesum teldutíðum - tað er bara at gera lógaruppskotið liðugt, leggja tað fyri Løgtingið og at seta gongd á avgreiðsluna av hesum málinum.
Annars verður víst til grein og viðmerkingar 12. sept. frá Dánjal Jákup Meinertsson um sama mál.
Eg sigi ikki útisiglarnar ringar fyri at misteinkja landsstýriskvinnuna og Heilsutrygd fyri við vilja at drála og forhála hetta málið, serliga tá hon nevnir, at lógaruppskot skal fyriliggja í hesari tingsetuni, bara leyst tos og lyftir.
Landsstýriskvinnan eigur nú at taka seg saman og avgreiða hetta málið sum skjótast - vit eru nógv løgtingsfólk, sum bara bíða eftir, at eitt lógaruppskot kemur til politiska viðgerð í Løgtinginum og verður samtykt.
Johan Dahl
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin