Eri so púra samd!
Ikki bara at tey smakka væl, men gleðin við at tey eru føroysk og frá hønum, ið hava tað gott (leysgangandi hønur og ikki búrhønur).
Vóni so inniliga at vit síggja eggini aftur á hillunum her.
Og so kann eg ikki lata vera við at skriva um tað eg havi grenjað um so nógv ár. Hvussu ber tað til, at vit ikki eru raskari at stuðla einari føroyskari fyritøku, sum fer undir at framleiða eina (oftast) betri vøru enn allar hesar discountvørurnar, vit fáa aðrastaðni frá? Havi leingi grenjað um t.d. allar plattarnar av vánaligum, útlendskum sodavatnslíknandi pjaski, sum vit kunnu keypa í handlunum.
Vit banna bæði eitt her og annað har, seta ovurprís á grønar køkur og alt hatta tvætlið við søluni av brennivíninum til okursprís. Hví banna vit ikki at innflyta allar útlendskar vørur, sum vit á ein ella annan hátt framleiða sjálvi her á landi? Vit hava stakgóð egg, fantastiskar kondittarakøkur og breyð, leskiligastu mjólk og mjólkaúrdrátt, eitt tað besta vatnið at gera sodavatn av og so ikki at tala um góðskumetta Føroya Bjór ølið, sum fær eina gullmedalju fyri og aðra eftir (og tað skrivar hon við tí "belastaða" eftirnavninum).
Gott í tykkum klóku her á landi: stuðlið okkum sjálvum, keypið føroyskt framleitt, so hønurnar á Velbastað fáa lív lagað, MBM fær eitt langt lív og ikki minst nú, at tey har norðuri kunnu fáa loyvi at bryggja sterkari enn gull. Lesið brævið hjá Th. M. Smith og hyggið, hvussu lítið tað ger mun reint peningaliga.