Takkar fyri seg í politikki – tað hevur verið ein góð tíð

Poul Michelsen følir seg ikki longur føran fyri at røkja tingsessin, og nú hevur hann greitt frá, hví hann heldur tað

– Eg minnist aftur á míni ár í politikki við vælvild.

Tað segði Poul Michelsen, sum nú hevur boðað frá, at hann gevst í politikki, og samstundis leggur hann eisini frá sær sum formaður í Framsókn.

Poul Michelsen hevur havt farloyvi úr Løgtinginum í nakrar mánaðir, men í dag tók hann sætið aftur á tingi.

Men tað var bara fyri at boða frá, at hann leggur tingsessin frá sær og at hann gevst í politikki.

Tá ið hann handaði løgtingsformanninum, Jógvan á Lakjuni, uppsagnarbrævið, greiddi hann eisini frá, hví hann hevur tikið hesa avgerðina.

– Eg fekk eina heilabløðing seinasta hest, og tað hevur avmarkað møguleikarnar at virka sum tingmaður, greiddi hann tinginum frá.

Hann heldur kortini, at hann hevur verið ómetaliga heppin og er komin væl burtur úr tí, men tað eru onkur brek sum gera, at hann ikki metir seg at vera føran fyri at røkja starvið sum tingmaður.

Tí tí hevur hann gjørt av at sita tingsessin frá sær.

Poul Michelsen hevur verið í politikki í næstan 30 ár frá tí at hann varð borgarsjóri í Havn í 1981 og hann kom í Løgtingið í 1984.

Sosatt er hann tann núverandi tingmaður, sum hevur sitið longst á løgtingi. Henrik Old varð valdur á ting samstundis, men hann var burtur frá eitt valskeið.

– Eg minnist aftur á tingið við vælvild og tað gongur í roynd og veru ikki upp á at vera samd, men at sjónarmið lagast til, alt eftir, hvørjum ein samstarvar við.

– Og tað er eisini mín sannføring, at tey, sum koma í Løgtingið, koma her fyri at gera samfelagnum væl, segði hann í farvæl røðu síni.

Hann sigur, at tað eru yngri fólk komin fram at í Framsókn, og hann er sannførdur um, at tey hava ríkiligt at lata politisku skipanini.

– Eg havi fult álit á, at tey føra flokkin víðari, sigur hann, og sipar til Bjarna Kárason Petersen og Ruth Vang, sum nú umboða Framsókn á Løgtingi.

Skipanin í Framsókn er soleiðis, at floksformaðurin skal vera tinglimur, og nú Poul Michelsen fer frá, kann hann sostatt heldur ikki vera formaður í Framsókn longur.

Sostatt skal flokkurin hava nýtt oddafólk, og flokkurin hevur longu valt Ruth Vang til at vera forkvinnu í Framsókn.

Sostatt vera tað so Ruth Vang og Bjarni Kárason Petersen, sum mynda Framsókn framyvir.

Poul Michelsen takkaði annars tinglimum og umsiting í Løgtinginum fyri tíðina, og teimum, sum hava verið í býráðnum við honum.

– Og ikki minst takki eg teimum, sum hava stuðlað mær øll hesi árini, og eg ynski Guds signing yvir Føroya land, segði Poul Michelsen, vóru hansara allar seinastu orð, sum virkin politikari.