Óli Jacobsen
Aftaná 36 ár sum valdur formaður í FF hevði eg ikki ætlað at koma í ta støðu at verða stemmaður út.
Men umstøðurnar gjørdu, at eg hesa ferð kortini gjørdi av, at fiskimenn skuldu møguleikan fyri at fáa eitt reelt val. Eg havi eisini skrivliga lýst tann politikk, sum eg havi staðið fyri væl og virðiliga, so fiskimenn vita, hvat teir hava havt at taka støðu til.
Hetta er endað við, at eg gjørdist aftastur í røðini av teimum uppstillaðu, og tískil er mín leiklutur at virka fyri fiskimonnum lokin.
Eg leggi frá mær við góðari samvitsku. Eg havi saman við felagsstjórn og fiskimonnum verið við til at menna FF til tað, tað er í dag. Hetta er prógvað í teimum 36 ársfrágreiðingunum, sum eg havi lagt fram, har tað eru hend mong framstig fyri fiskimenn bæði so og so. Ein av stórsigrunum hesa tíðina var skattaskipanin hjá sjómonnum, sum hevur givið meira enn eina hálva milliard krónur seinastu 9 árini, og sum framvegis gevur siglandi fólkinum 50-60 mill kr. árliga, hóast stóra mótstøðu frá almennu Føroyum.
Fyrsta ítøkiliga broytingin við formansskiftinum verður, at komandi FF-blað verður í hvussu er tað seinasta frá míni hond. Vónandi koma aðrir fjølmiðlar at hava áhuga fyri tí tilfari, sum hevur verið í FF-blaðnum, og sum hevur verið høgt mett av teimum flestu, men sum eisini hevur verið illa lýtt av pørtum av "almennu Føroyum".
Ynskt verður nýggja formanninum eydnu at føra felagið víðari, og samstundis vil eg takka øllum teimum, sum eg havi havt gott samstarv við øll hesi árini. Her er serstakliga talan um álitismenn og starvsfólk hjá felagnum og teir nógvu fiskimenninar, eg havi havt samband við. Nógvir av hesum eru framvegis mínir vinir, og teir koma at standa eftir. Eisini takki eg teimum, sum hava stuðlað mær til hetta val.
Tískil takki eg fyri meg.