Í áttatiárunum fluttu nógvir tamilar til Danmarkar undan borgarakrígnum í heimlandinum Sri Lanka. Í dag eru teir donsku tamilarnir umleið 11.000 í tali, og nú vísir ein nýggj kanning, at teir duga betur enn aðrir ikki-vesturlendskir innflytarar at venja seg til tað danska samfelagið og ta donsku mentanina.
Eitt nú vísir kanningin, at lutfalsliga fáir tamilar eru arbeiðsleysir, og at 56 prosent av teimum ungu tamilunum millum 18 og 24 ár eru í ferð við at nema sær útbúgving. Tað merkir, at teir eru lutfalsliga betri umboðaðir í hesum bólkinum enn teirra donsku javnaldrar, skrivar Kristeligt Dagblad.
?Teir flestu tamilarnir, sum komu til Danmarkar, búsettu seg í Jyllandi, og tað er eisini har, teir flestu búgva nú og arbeiða í ymsum tænastuvinnugreinum. Í kanningini sæst, at teir eru væl umtóktir millum fólk og bera orð fyri at ein støðug og íðin arbeiðsmegi.