Eingin fekk skaða, tá eitt farmaskip úr Malaysia og eitt tangaskip, sum er skrásett í Saint Vincent, stoyttu saman úti fyri Singapore í morgun. Myndugleikarnir siga, at tangaskipið, sum eitur ?Bunga Kelana 3?, fekk eina tíggju metrar langa rivu á síðuna, og at umleið 2.000 tons av ráolju er runnin úr skipinum.
Havnarmyndugleikarnir í Singapore vátta, at olja er runnin í havið, men teir siga, at arbeiðið at taka oljuna upp er byrjað.
Samanstoyturin var um sekstíðina lokala tíð einar sjey fjórðingar í útsynning úr Singapore. Bæði skipini liggja nú fyri akkeri, og vandi er ikki fyri størri oljuleka, siga myndugleikarnir.