Tann 3. juni er altjóða súkkludagur

Veðrið er til tað, og mælt verður til at súkkla í morgin, 3. juni.

Tann 3. juni, í morgin, er altjóða súkkludagur.

 

ST hevur valt at halda dag fyri súkkluni, ið er einfalt, skjótt, reint og náttúruvinarligt akfar.

 

Í Føroyum verður dagurin eisini hildin, og eittnú hava skúlar tiltøk, og kommunur hava mælt til at finna súkkluna fram.

 

Sum dømi kann nevnast, at Vágs kommuna sigur soleiðis á vagur.fo:

 

Fríggjadagin 3. juni er altjóða súkkludagur. Í hesum sambandi verður skipað fyri súkkluátakið í Vági.

 

Á altjóða súkludagnum skipar Vágs Kommuna Vágs Kommuna og Vágs skúli fyri einum súkkluátakið í Vági. Hendan fríggjadagin heitir kommunan á næmingar um at súkla í skúla, og foreldur eru vælkomin at súkla við børnunum. Súkklurnar skulu nevniliga brúkast í skúlatímunum. Í skúlanum kemur løgreglan á vitjan, har tey greiða frá hvussu ein súkklar í ferðsluni. Aftaná sleppa næmingarnir at royna súkklubreytina hjá skúlanum, sum verður sett á skúlalagnum. Vágs Kommuna bjóðar næmingunum sunkist og frukt á degnum.

 

Kommunan heitir á bilførarar um at ansað eftir børnunum í ferðsluni.

 

Súkkluátakið er liður í ABC fyri sálarliga heilsu hjá Vágs Kommunu, har kommunan arbeiðir við heilsufremjan hjá borgarum. ABC boðskapurin er; ver virkinver saman og ver hugbundin.