Tann besta gávan kom tíðliga í ár

Marjun Poulsen úr Gøtu og Jan Niclasen frá Runavík fingu ta bestu jólagávuna tey kundu ynskja sær. Tann 21 desembur kl 02:37 blivu tey foreldur fyri fyrstu ferð. Tá fingu tey ein fittan og frískan beiggja.

Marjun Poulsen úr Gøtu og Jan Niclasen frá Runavík fingu ta bestu jólagávuna tey kundu ynskja sær. Tann 21 desembur kl 02:37 blivu tey foreldur fyri fyrstu ferð. Tá fingu tey ein fittan og frískan beiggja. 23 desembur sloppu tey so heim á Oyrasundskollegiet við sínum lítla prinsi, og komu tí heim júst til at halda jól.

 

- Tann allarstørsti munurin hesi jólini er at vit júst eru vorðin foreldur, so hetta verða fyrstu jólini vit fara at halda sum ein familja, og tað gleða vit okkum orduliga nógv til. Alt í alt verða hetta eini heilt serstøk jól fyri okkum, sigur Marjun.

 

Hetta er fyrstu ferð at Marun og Jan halda jól uttanfyri Føroyar, og orsøkin til at tey ikki keyptu sær billett heim í ár er, at Marjun, ið hevði termin tann 13 desembur, ikki átti fyrr enn 21 desembur.

 

- Vit halda jól heima á Oyrasundskollegiet. Eg, Jan, lítli beiggi, mamma, og foreldrini og báðar systrarnar hjá Jan, sigur Marjun, og leggur afturat, at tey hava ætlanir um at halda eini siðbundin føroysk jól, við kirkjugongd, dunnu, rís a'la mande, jólatræ og jólagávum.

 

- Vit plaga at spæla pakkaspæl  jólaaftan, og tað ætla vit eisini í ár, so tað verður so siðbundið sum til ber, hóast tað ikki er tað sama tá man ikki er heima í Føroyum.