Finnbogi Ísakson
????????????????
Ein ensk kvinna hevur skrivað eina bók, sum á enskum kallast ?The Silent Takeover?.
Kvinnan eitur Noreena Hertz og er búskaparfrøðingur, journalistur og høvundur. Hon hevur doktaraheiti í búskapi frá Cambridge. Tá hon var 23 ára gomul fyrst í nítiárunum sendi Heimsbankin hana til Russlands at leggja russarum lag á, hvussu teir skiftu tann kommunistiska búskapin út við fríhandil, og hon skipaði fyri, at ein keypsskáli ? børsur ? varð stovnaður í Santa Pætursborg. Men mitt í tí heila leyp hon frá. Í staðin fór hon upp í ein felagsskap, sum er ímóti kapitalistisku altjóðagerðini (globaliseringini).
Bókin, sum hevur undirheitið ?Altjóða kapitalisma og deyði fólkaræðisins?, er umsett til 11 mál og seld í fleiri 100.000 eintøkum. Høvuðsboðskapurin er, at politiska skipanin er í ferð við at missa tamarhaldið á maktini í verðini. Maktin fer í staðin til tær heimsumfevnandi fyritøkurnar, til fjølmiðlarnar og áhugabólkar.
Noreena Hertz sigur, at hon er fyri kapitalismu, men ikki fyri altjóðagerð. Bókin kom út fyrstu ferð í 2001. Hon kom út dagførd í 2003, og tað er tann útgávan, sum er brúkt her.
Finnbogi Ísakson hevur lisið ta norsku útgávuna, sum kallast ?Den tause revolusjonen? og hevur burtur úr henni gjørt hesi úrdrøg.
Internetið hevur skapt heilt nýggjar møguleikar at fáa orðið á fólk. Noreena Hertz byrjar sína bók við, at tað var ígjøgnum Internetið, hon frætti um mótmælisgongurnar í Genova 20. juli í 2001, tá tey stóru ídnaðarlondini, G-8, høvdu ársfund har. Áheitanin á netinum ljóðaði: ?Ver til staðar, um tú heldur, at altjóða-gerðin, globaliseringin, er farin av leið. Ver til staðar, vilt tú mótmæla alheims kapitalismuni. Um tú heldur, at fleirtjóða fyritøkur-nar eru ov sterkar. Um tú heldur, at tey fólkavaldu lurta ikki longur. Ver til staðar, vilt tú verða hoyrd ella hoyrdur.?
Tey, sum mótmæltu í Genova, vóru ?veteranarnir? úr Seattle, Melbourne, Washington, Prag, Nice, Quebec og Gøteborg. Tað var ein skurvut blanding, sum mótmælti í Genova, og tey vóru, eins og Noreena Hertz, fyrireikað til, at politiið fór at leggja uppí, men høvdu ikki væntað, at italska politiið fór at vera so harðrent. Tað, sum undraði hana mest, var kortini tann stóra felagskenslan millum tey ymisku áhugamálini, sum mangan bóru upp ímóti hvørjum øðrum, kenslan av vinalagi og eind kring eina felags mótstøðu ímóti status quo. Hon hevði heldur ikki væntað slíkan ágang, sum tá anarkistar teirra millum sorlaðu rútar og brutu verjugarðarnar niður, sum italska politiið hevði sett upp at halda heimsins leiðarum innan fyri og mótmælisfólkum uttanfyri.
Allarminst hevði hon hugsað, at tey fólkini, hon tosaði við, vóru so fullkomiliga vónbrotin av politikki og politikarum, stórfyritøkum og handils-monnum.
14 ár eftir, at stríðsvognar seinast koyrdu inn á Reyða Torgið, og 14 ár eftir, at Berlinmúrurin fall, eftir tað longsta búskaparliga vakstrartíðarskeiðið í nýggjari tíð, økjast mótmælini óvanliga skjótt. Tað eru fólk úr øllum samfelagsløgum, sum mótmæla ? vanlig fólk sum liva eitt vanligt lív, húsmøður, lærarar, forstaðarfólk og fólk av tí betra slagnum. Millum mong onnur finnast í antialtjóða-gerðar felagsskapinum ríkmaðurin George Soros og Joseph Stiglitz, Nobellønarvinnari og fyrrverandi sjeføkonomur í Heims-bankanum. Aftrat hesum koma fakfeløg, pensjon-istar, fyrrverandi starvsfólk í fyritøkum, sum eru farnar á húsagang, og partabrævaeigarar.
Um allan heim seta fólk spurnartekin við trúskapin hjá myndugleikunum og ætlanirnar hjá fyritøkunum. Tey stúra fyri, at kapital-isman hevur fingið ov víðar ræsur, og at ov nógvir tap-arar eru. Tey halda, at fólk kunna ikki líta á, at staturin røkir teirra áhugamál, og at vit gjalda ov høgan prís fyri búskaparvøksturin. Tey kvíða fyri, at dundrið frá vinnulívinum køvir fólksins rødd, skrivar Noreena Hertz. Hon heldur fram:
?Tann ævintýrligi endin á søguni, sum byrjaði í Westminster 3. mai 1979, tá Margaret Thatcher fekk maktina, og sum síðani er endurskapt í USA, Latínamerika, Eysturasia, India, um meginpartin av Afrika og Evropa ? søgan um gøtur, steinsettar við gulli, og íverkseting av amerikanska dreyminum ? kann ikki haldast at vera sjálvsagdur longur?. Tað dryppar ikki altíð á deknin, tá tað regnar á prestin. Mark er fyri vøkstri. Staturin vil ikki verja okkum. Eitt samfelag, sum bara og blakta lýður marknaðarins ósjónligu hond, er ikki einans ófullfíggjað, tað er órættvíst.?
Arvurin eftir Thatcher og Reagan
Í heiminum eftir kalda kríggið yvirtaka tær stóru fyritøkurnar uppgávurnar hjá statinum. Handils-maðurin gerst máttmiklari enn politikarin, og handilsslig áhugamál koma fram um alt annað.
Heimurin við teirri tigandi kollveltingini byrjaði við harradøminum hjá Margaret Thatcher. Saman við Ronald Reagan gav hon stórfyritøkunum ómetaligt vald. Tær vunnu marknaðarpartar, sum demokratiið mátti svíða fyri. Eftir tey liggur tað, sum í dag er hugsjónin um meginpartin av heiminum.
Dagsins politikkur kann avmyndast sum italska mótahúsið Benetton. Tey seinastu 19 árini hevur fyritøkan reklamerað sum ongin onnur við myndum av svøltandi børnum, deyðkomnum AIDS-sjúklingum og deyðadømdum amerikanskum fangum, sum bíða eftir deyðans sproytu. Alt fyri at gera vart við seg og selja ? ikki fyri at gera nakað sum helst við hesi mál.
Tað sama gera politikarar í valstríðnum, eitt nú í USA. Mótstøðumaðurin verður dálkaður persónliga, og fólk verða ávarað ímóti hansara mistøkum. Flokkarnir tosa um at broyta lívið hjá amerikanarum. Demokratarnir vilja selja liberal-ar dygdir, republikanararnir konservatismu. Teir vísa myndir av einari kinesiskari gentu og einum amerikanskum drongi, ein svørt kvinna og ein hvít leiðast.
Men tá teir hava fingið valdið, bjóða teir tað sama: Ein lat-standa-til-búskap, valdið hjá pengunum og fríhandlinum. Stórfyritøkan er kongur, staturin tegnur og borgararnir forbrúkarar.
Men, skrivar Noreena Hertz:
?Eg pástandi, at skipanin ridlar. Aftan fyri tað hugsjónarliga einmælið og kapitalismunar góðkenda stórsigur fer tað at rivna. Er alt so fantastiskt, hví er tað so soleiðis, at fólk fara ikki á val, men heldur út á gøturnar og í vøruhúsini? Hvat er meiningin við demokratinum, tá bara helvtin av teimum, sum hava atkvøðurætt, møta upp, sum td í valstríðnum millum Bush og Al Gore fyri 4 árum síðani, hóast øll vistu, at tað stóð á jøvnum teirra millum? Hvat er kjarnin í politiskari umboðan, um ? sum eg skal vísa seinni ? politikararnir akta stórfyritøkurnar í staðin fyri borgararnar.?
Tað tók sína tíð, áðrenn nakar mótmælti gongdini. Og hví skuldu fólk eisini tað? Alt tóktist jú at ganga upp á stás. Meginpartin av seinasta 20 ára skeiðnum hækkaði partabrævamarkn-aðurin, meðan renturnar fullu. Í Vesturheiminum áttu flestøll húski bæði sjónvarp og bil. Børnini gingu í góðum mótaklæð-um. Miðalstættin bara vaks og vaks.
Mótmælini í Seattle, Göteborg og Genova vórðu nóg illa víst á skíggjanum. Í 1997 royndi ein kanadiskur felagsskapur at fáa ein antinýtsluboðskap fram. Ein tekning av einum grísi varð løgd yvir kortið av Norðuramerika. Hann smaskaði og segði: ?Miðal norðuramerikanarin etur fimm ferðir so nógv sum ein meksikanari, 10 ferðir meir enn ein kinesari og 30 ferðir so nógv sum ein indari? Steðga á! 28. november er keypsfríur dagur.? Men stórar amerikanskar sjónvarpsrásir sum NBC, CBS og ABC vildu ikki senda reklamuna, hóast tær fingu tilboð um vanligan prís. Tær vildu ikki senda eina reklamu, sum var ósambærilig við teirra handilsligu áhugamál. CBS skriv-aði, at ein keypsfríur dagur stríddi ímóti teirri ráðandi búskaparligu skipanini í USA.
Arvur okkara er ein heimur, har forbrúk er tað sama sum búskaparpolitikkur, og har stórfyritøkur-nar ráða og eru ódjór við ómetaliga stórari politiskari makt. Stjórnirnar hava framt privatiseringar, hava tikið eftirlit burtur og framt handilsliga liberalisering. Saman við tøkniligu menningini tey seinastu 20 árini hevur hetta havt eitt makt-skifti við sær. 100 tær størstu fleirtjóða fyritøkur-nar hava ræðið á umleið 20% av heimsins eginpeningi. Umsetningurin hjá General Motors og Ford er størri enn øll bruttotjóðarframleiðslan í Afrika sunn-an fyri Sahara. Fíggjarliga styrkin hjá IBM, BP og General Electric umboðar eina búskaparmakt, sum er størri enn tann hjá teimum flestu smærru tjóðunum. Økonomiin hjá Exxon er líka stór sum tann hjá Chile og Pakistan.
Stórfyritøkurnar gerast alsamt størri. Í fyrsta árinum í nýggja túsundárinum vórðu Vodafone og Mannesmann løgd saman fyri 183 miljardir dollarar. Chrysler varð lagt saman við Daimler ? fyritøkan hevur nú 400.000 fólk í arbeiði. Í 2000 vórðu tilsamans 5000 stórar fyritøkur lagdar saman, tvær ferðir so nógv sum fyri 10 árum síðani. Samanleggingarnar gerast alsamt størri, og myndugleikarnir lata standa til. Hvør einasta samanrenning gevur stórfyritøkunum størri vald. Stórfyritøkurnar hava ræðið á øllum vørum og tænastum, vit keypa: bensin, heilivág, vatn, flutning, útbúgving og teldur í skúlunum. Tær kunna føða okkum, styðja okkum ella kvala okkum, sum tær vilja.
Myndugleikarnir liggja skerflatir
Hetta er heimurin hjá teirri tigandi kollveltingini fyrst í nýggja túsundárinum. Myndugleikarnir tykjast at vera niðurbundnir, og vit verða alsamt meira heft at stórfyritøkunum. Fyritøkurnar hava lættari og lættari við at flyta, og myndugleikarnir noyðast at vera lagaligir fyri at lokka fyri-tøkurnar til sín ella fyribyrgja, at tær rýma. Teir látast ikki at síggja hol í skattalógini. Tíðindarisin Robert Mur-doch rindar ikki meira enn 6% í skatti tilsamans um allan heim. Í Bretlandi rindaði fyritøkan ongan netto felagsskatt yvirhøvur fram til árslok í 1998, hóast yvirskotið var 1,4 mia. pund síðani juni 1997. Hetta er ein heimur, har tey fólkavaldu leggja seg skerfløt fyri vinnulívinum, hóast avleiðingarnar av tódnaðari skattainntøku longu síggjast í vánaligari almennari tænastu og í undirstøðukervinum.
Tað var tann tíð, tá statir-nir stríddust fyri at vinna størri landaøki. Nú stríðast teir fyri størri marknaðarparti. Eitt høvuðsstarv hjá statinum er at tryggja vinnuni góð kor. Tjóðríkini ? ella nasjonalstatirnir ? hava í dag tað høvuðsstarv at bjóða vinnuni almennar góðgripir og tann infrastrukturin, henni tørvar, fyri so lágan kostnað sum gjørligt. Samstundis verja tjóðríkini heimsins fríhandilsskipan.
Meðan henda gongd hevur verið, eru bæði rættvísi, javnstøða, rættindi, umhvørvi og sjálvt trygdarspurningar farin fyri bakka. Tak td Taliban ? USA styðjaði stýrið fram til 1997 orsakað av amerikanskum oljuáhugamálum, hóast stýrið als ikki helt mannarættindini. Ongantíð fyrr hevur gjógvin millum rík og fátæk verið so stór sum nú. 45 miljónir ameri-kanarar hava onga heilsutrygging. Amerikanarar brúka miljardir av dollarum um árið til kosmetikk, men heimurin hevur ikki ráð at lata ST fáa tær 9 miljardirnar, sum eru neyðugar til tess at tryggja øllum fólkum góð saniter viðurskifti og reint drekkivatn. Bretski Arbeiðaraflokkurin Labour er endurgivin fyri at hava sagt, at tað hevur størri týdning at skapa ríkidømi enn at býta tað út.
Í 10 ára skeiðinum frá 1988 vaks inntøkan hjá teimum fátækastu í USA bara við 1% og vaks samstundis 15% hjá tí ríkasta fimtinginum av fólkinum. Í New York er inntøkan hjá teimum fátækastu 20% av fólkinum í miðal 10.700 dollarar um árið, meðan tey ríkastu 20% tjena 152.350 dollarar. Miljónir av amerikanarum, sum hava arbeiði, og eitt av fimm børnum liva í fátækadømi. Gjógvin millum fátæk og rík hevur ikki verið so stór síðani 1920-ini. Beint fyri aldaskiftið var ognin hjá Bill Gates líka stór sum nettoognin hjá fátækastu helvtini av amerikanska fólkinum.
Kapitalisman hevur sigrað, men øll sleppa ikki upp í part, tá skift verður. Myndugleikarnir látast ikki at síggja veikleikarnar.
Og skipanin er rotin. Alt ov nógvar politiskar gølur eru: Helmuth Kohl, Helmuth Schmidt og Mitterand eru millum teirra, vit kenna ella hava illgruna til. Reinførir politikarar skylda vinnulívinum meir og meir.
Ongastaðni sæst hetta so væl sum í USA. Forsetaskeiðini hjá Clinton druknaðu í gølum frá fyrsta degi: frá Whitewater-skuldsetingunum til tað seinasta miskunnsemi mótvegis skattasvikaranum og vápnahandilsmanninum Marc Rich. Fyri at gerast forsetavalevni í 2000 var sum altíð neyðugt at vissa sær stuðul frá stórfyritøkum. Al Gore hevði 133 og Bush 191 mió. dollarar at ráða yvir. Báðir flokkarnir mótmæltu einum lógaruppskoti um at seta forboð fyri, at vinnulívið, fakfeløg og einstaklingar kundu geva flokkunum óavmarkaðar peningaupphæddir til valstríðið.
Tað er ikki so løgið, at stjørnan hjá politikarum bliknar. Fólk eru varug við teirra áhugamálsstríð og venda sær frá politikkinum. Í 80-árunum breiddi demokratiið seg um allan heim við fólksins stuðli, men í nítiárunum minkaði valluttøkan mestsum allastaðni. Limatalið í flokkunum minkaði, og virðingin fyri politikarum fór sama veg. Allastaðni, frá teimum gomlu demokratiunum í USA og Vesturevropa til tær ungu tjóðirnar í Latínamerika og Eysturasia, hava fólk minni álit á tí al-menna enn fyri 10 árum síðani. Í 2001 var valluttøkan í Bretlandi ikki meira enn 59%, 10% minni enn í 1997 og minsta luttøka síðani fyrra heimsbardaga. Í 200 ár hava ikki so nógvir amerikanarar latið verið við at valt sum tey seinastu 9 árini. Vøran, sum politikarar í hesum londum selja, tykist at vera so vánalig, at tað er ikki vert at keypa hana.
Ætlanin við bókini
Noreena Hertz sigur, at hetta er heimurin hjá teirra tigandi kollveltingini, sum hon ætlar sær at granska. Málið er at skilja henda heimin og hvagar hann tykist at bera okkum: Ein heimur, har stórfyritøkurnar eru bæði sterkari og ríkari enn tjóðirnar. Har _ av amerikanarum halda, at vinnan hevur fingið ov stórt vald á ov mongum av lívsins viðurskiftum. Og har færri og færri fara á val, hóast valstríðið gerst meira og meira ágangandi.
Eg ætli mær ikki at bera ein antikapitalistiskan boðskap fram, skrivar Noreena Hertz. Kapitalisman er eftir øllum at døma tann besta skipanin at skapa ríkidømi við. Fríhandil og opin kapitalmarknaður hava skapt ein einastandandi búskaparligan vøkstur um megin-partin av heiminum. Bókin er heldur ikki ætlað at vera fíggindalig mótvegis vinnulívinum. Undir ávísum marknaðartreytum er vinnan fúsari enn myndugleikarnir at taka sær av heimsins trupulleikum.
Heldur ikki ætli eg mær at hálova statinum. Jú, eg ætli mær at argumentera fyri, at staturin hevur ein týðandi leiklut í samfelagnum, men eg ivist í evnum hansara at spæla leiklutin.
Endamálið við bókini er at vera fyri fólkinum, fyri demokratinum og fyri rættvísi. Eg fari at seta spurnartekin við ta moralsku grundgevingina fyri einum slag av kapitalismu, sum eggjar stjórnum til at selja sínar borgarar fyri eitt gott orð, bjóða rættargildinum av í einum heimi har fá vinna og mong tapa, avdúka hvussu Tann Tigandi Kollveltingin setir demokratiið í vanda, pástanda at tað liggur eitt grundleggj-andi ósamsvar í hjartanum á lat-standa-til-kapital-ismuni, at staturin setir sín egna tiluverurætt í váða við at gera seg sjálvan so lítlan, meðan stórfyritøkurnar yvirtaka leikpallin. Eg ætli mær at kanna, hvat hendir við einari verð, har vit ikki longur kunna líta á, at staturin røkir okkara áhugamál, har sjálv orsøkin til at fara í kríggj móti Irak fánaði til frama fyri vinnulig áhugamál, og har ódemo-kratiskar kreftir ? stórfyritøkurnar ? eru í ferð við at yvirtaka leiklutin hjá myndugleikunum. Eg ætli mær at kortleggja ta ótamdu jagstranina eftir profitti. Eg ætli mær at konfrontera tey, sum verja valagn við, at tað er eitt slag av talu- og skrivifrælsi, og tey, sum verja ikki-uppílegging í viðurskiftini hjá øðrum londum við, at tað gagnar ikki teirra handilsligu áhugamálum, skrivar Noreena Hertz um sínar ætlanir við bókini, sum hesi úrdrøg verða gjørd burturúr. Hon heldur fram:
Gongdin 20 tey seinastu árini, tá politikararnir eru komnir undir valdið hjá stórfyritøkunum, byrjaði við Margaret Thatcher í Bretlandi og Ronald Reagan í USA og hevur síðani vaksið sum ein hydra, ein ormur við níggju høvdum, við ymiskum positivum og negativum skapi. Av tí at stjórnirnar ikki so frægt sum viðurkenna, at ein tigandi kollvelting hevur ver-ið, er vandi fyri, at tær oyðileggja ta tigandi avtaluna millum stat og borgara, sum liggur í fólkaræðisins hjarta. Ein høvuðspartur av bókini snýr seg um at rannsaka hesa gongd og avleiðingarnar av henni.
Støðan er hættislig í dag. Gera vit einki, bjóða vit ikki Teirri Tigandi Kollveltingini av, so er alt mist. Vit fara at síggja, at inntøkumunurin er ikki bara ringur fyri tey fátæku, men eisini tey ríku. Tað er vandamikið fyri øll, at grundarlagið undir politiskari stýring verður máað burtur. Ein heimur, har George W. Bush fær eina lóg fyri og aðra eftir samtykta til frama fyri stórfyritøkurnar, har Rupert Murdoch hevur størri vald enn Tony Blair og vinnulívið setir politisku dagsskránna, er bæði ræðandi og ódemokratiskur.
Mítt tema er, hvussu Tann Tigandi Kollveltingin sníkti seg inn á okkum, hví hetta hevur so stóran týdning, og hvat vit kunna gera við tað, skrivar Noreena Hertz í innleiðandi kapitlinum. Síðani fer hon undir eina gjøllari viðgerð av tí, sum í høvuðsheitum longu er nevnt. 2. kapittul kallar hon ?Lívið í einari materialistiskari verð?. Her er eitt úrdrag úr tí kapitlinum:
Gongdin í Bhutan
Kongaríkið Bhutan er eitt sjálvstøðugt fúrstadømi í Himalaya millum Tibet og India. Har búgva 600.000 fólk, sum eru millum tey fátækastu í heiminum. Landið hevur valt at av-byrgja seg og hevur tí í øldir gingið sína egnu leið.
Í Bhutan verður viðgongd máld í mun til økologiska, etiska og andaliga menning. Moralur og upp-lýsingarstøði telja meira enn materiell vælferð. Buddhistisk virði eru varðveitt. Kongurin Wangchuk sigur, at ?brutto tjóðareydna hevur størri týdning enn bruttotjóðarframleiðsla?.
Í 1998 vitjaðu 500.000 ferðafólk grannalandið Nepal. Bhutan loyvdi ikki meira enn 6000 ferðafólkum inn í landið. Hvør einstakur ferðamaður fekk strong boð um, hvussu hann skuldi fyrihalda seg. Millum annað varð forboðið teimum at geva børnum góðgæti ella annað, tí tey skuldu ikki verða lærd at bidda.
Landið kundi havt stóra inntøku av timburútflutningi, men hevur noktað at høgga trø niður, tí tað skaðar umhvørvið. Planleggingarráðharrin hevur sagt: ?Vit vilja ikki kasta okkum treytaleyst inn í alt, sum er modernað. Vit royna tí at varðveita okkara mentan, okkara siðaarv, okkara virðisskipan og okkara mentanarstovnar.?
Men fangarmarnir hjá altjóða kapitalismuni røkka langt. Líka til Bhutan, har parabolantennur vaksa sum hundaland. Ávirkanin frá Vesturheiminum sæst longu væl. Kurvabóltur er vorðin tjóðarítrótt í staðin fyri bogaskjóting. Boogie Woogie, eitt sjónvarpsshow, sum Golcate stuðlar fíggjarliga, kappast við panoramaútsýnið til Himalaya. Teldupostur er komin í staðin fyri brævskriving, hóast tann elsta av teimum fýra konunum hjá kongi bjóðaði fólki at senda brøv ókeypis í 10 dagar fyri at forða hesari gongd. Børn, sum fara pílagrímsferð til kleystur at biðja, eru ílatin Spice Girls T-skjúrtur. Í høvuðsstaðnum Thimphu selja 25 privatar sølubúðir sjónbond. Sjálvt Bhutan, tað seinasta Shangri-La, er fallið. Landið loyvir vesturlendskari ávirkan, tí tað er ikki ført fyri at halda ímóti freistingunum og kann ikki halda fram við avbyrgingarpolitikkinum.
Støðan reisir nógvar spurningar. Hvussu long tíð gongur, til altjóðagerðin og tær frælsu marknaðarkreftirnar hava víggirt seg so væl, at tað vendist ikki aftur? Verður Bhutan ført fyri at finna eina millumleið? Fara mammon og MTV-mentanin skjótt at yvirtaka tann fagnað, Buddha hevur átt? Hvussu leingi aftrat kunna kongur og hansara fýra konur stýra búskapinum og átaka sær ábyrgdina av vælferðini hjá borgarunum?
Neyvan leingi, skula vit meta eftir gongdini aðrastaðni.
Men so leingi tað varir, hevur bhutanski staturin tað størsta fíggjarliga valdið, td er tað mesta av ídnaðinum statsogn, og staturin røkir fólksins vælferð. Tað sama var galdandi í USA og Evropa stóran part av farnu øld, til lat-standa-til-kapitalisman tók seg fram í 1970-unum og 80-unum. Áðrenn myndugleikarnir løgdu saman ástir við fría marknaðin.
Keynes er vorðin ein fótnota
Síðst í 19. øld ásannaðu stjórnirnar í Evropa og USA, at staturin átti við ymiskum sosialum tiltøkum at tálma teimum ring-astu avleiðingunum av kapitalismuni. Um miðju 20. øld høvdu flestu lond sett ávísar vælferðarskip-anir í verk, ymiskar frá landi til land, men tó so, at flestu lond í Vesturheim-inum veittu útbúgvingar-stuðul, heilsutænastu, húsa- ella íbúðarstuðul og okkurt slag av inntøkutrygd.
Í Bretlandi td vaks parturin av bruttotjóðarframleiðsluni, sum varð brúktur til vælferðartænastur, úr 5% í 1945 upp í 20% í 1975. Í sama tíðarskeiði øktust útreiðslurnar til almennu heilsutænastuna úr 500 mió. pundum upp í slakar 6.000 mió. pund. Tað gekk seinni í USA. Har fór staturin ikki rættiliga at taka sær av fólksins vælferð fyrr enn í forsetatíðini hjá Kennedy og Johnson 1961-69. Í 1964 kunngjørdi Johnson ?nasjonalt kríggj móti fátækadøminum?.
Samstundis gjørdist staturin nógvastaðni tann mest týðandi leikarin í búskapinum. Longu fyri seinna heimsbardaga fóru stjórnirnar í Vesturevropa at tjóðartaka ídnaðin. Undir krígnum hevði staturin fult eftirlit við búskapinum, og tað helt í ein vissan mun fram eftir kríggið. Í staðin fyri ta neoklassisku liberalismuna, har marknaðurin stýrdi búskapinum, kom keynski búskapurin.
Búskaparfrøðingurin John Maynard Keynes helt, at myndugleikarnir bæði kundu og áttu at leggja seg út í búskaparviðurskifti. Eftir krakkið í Wall Street gjørdi hann eina nýggja búskaparliga læru. Hann mælti myndugleikunum til at økja tann fíggjarliga eftirspurningin og syrgja fyri arbeiði til allar hendur innan fyri rammurnar av einum blandingsbúskapi og einum vælferðarstati.
Síðst í 1940-árunum fór bretska arbeiðarastjórnin at fremja politikkin eftir læruni hjá Keynes í verki. Longu í 1946 bundu amerikansku myndugleikarnir seg til at virka fyri arbeiði til allar hendur, men sum nevnt varð ikki farið undir at fremja hetta í verki fyrr enn í sekstiárunum. Onnur lond í Vesturheiminum gingu somu leið.
Viðurskiftini broyttust, tá OPEC hækkaði oljuprísin heilt nógv síðst á árinum í 1973. Teir høgu oljuprísirnir gjørdu, at lønir og prísir ruku upp í loft, heimurin fekk lágkonjunktur, arbeiðsloysið gjørdist stórt, og í fleiri londum fór infla-sjónin upp um 20%.
Læran hjá Keynes, sum hevði riggað so væl í 30 ár, var ikki før fyri at loysa trupulleikarnar. Politikarar vóru á einum máli um, at nú kravdist ein onnur búskaparlig stýring: ein strangari fíggjarpolitikkur og eftirlit við peninga-nøgdini. Fíggjarmálaráðharrar í øllum londum í Vesturheiminum løgdu dent á, at neyðugt var at basa inflasjónini og minka tær almennu útreiðslurnar. Treytirnar, sum fylgdu við lánum, vóru strangar. Í 1976 noyddist bretski fíggjarmálaráðharrin Denis Healey út at taka lán. Altjóða Valutagrunnurin IMF setti sum treyt, at Bretland minkaði tær almennu útreiðslurnar og basti inflasjónini.
Frá hesi løtu var hugsjónin hjá Keynes um tann sterka statin deyð ella doyggjandi. Á landsfundin-um hjá Labour sama ár segði forsætisráðharrin James Callaghan: ?Vit hildu, at vit kundu koma burtur úr lágkonjunkturi og skapa arbeiðspláss við at? økja almennu útreiðslurnar. Eg sigi tykkum øllum erliga, at henda møguleikan hava vit ikki longur.? Í USA kom Carter forseti til somu niðurstøðu og skerdi almennu útreiðslurnar.
Noreena Hertz skrivar:
?Tá tað leið móti endanum á sjeytiárunum varð Keynes ? maðurin sum Vesturheimurin hevði fevnt og fylgt í royndunum at byggja uppaftur ein heim, oyðilagdur av kríggi, samstundis sum eitt trygt bulvirki móti kommunismuni varð bygt ? burturvístur til eina fótnotu í søguni. Men hóast keynesianisman var burtursøgd, gingu nøkur ár, áðrenn eitt nýtt slag av kapitalismu við einari greiðari hugsjón kundi reypa av sigri. Í stjórnartíðini hjá Callaghan og Carter varð framvegis hildið, at staturin var til fyri at loysa inkonsekvensin í marknaðinum, at hann hevði ein týðandi leiklut í búskapinum.?
?