Tær eru vorðnar alt vanligari. Síggjast oftari og betur í almenna rúminum. Tatoveringar eru kropsprýði, sum plagdi at vera umstrítt, men sum nú er blivið púra vanligt. At samanlíkna við móta og list. Sum ein luksusvøra.
Sakaris Zachariassen er ein av teimum, sum arbeiðir fulla tíð við at tatovera fólk. Hann brúkar navnið SakarisZ í sambandi við tatoveringar. Hann hevur sína egnu tatoveringsstovu í Havn, og hann hevur úr at gera.
– Tatovørar liva fyrst og fremst av umdømi. At tú gert eitt gott arbeiði, at fólk eru nøgd og kunnu viðmæla teg. Tá ið tað frættist millum fólk, kanst tú uppbyggja tær ein kundaskara. Í hvørjari einastu tatovering hjá hvørjum einasta fólki hongur eisini ein tatovørur uppi í. Og fólk tosa nógv um, hvør hevur gjørt hvat, og tí skalt tú gera títt besta við hvørjari einastu tatovering, sigur SakarisZ við Sosialin um vikuskiftið.
Sakaris Zachariassen arbeiddi hjá FTZ, har hann eisini var í handilslæru. Hann fekst við bilar og billutir í fimm ár, áðrenn hann skifti til at hava tatovering sum arbeiði.
– Tað byrjaði sum eitt ítriv, ið eg hevði aftrat arbeiðnum, men sum fráleið vaks eftirspurningurin og virksemi, og so valdi eg at fara at tatovera burturav, sigur Sakaris.
Vanliga tatoverar hann ein persón um dagin.
– Mær dámar sera væl at sita og tatovera, og eg kann blíva púra burtur í arbeiðnum. Hóast eg siti seks-sjey tímar um dagin, flýgur tíðin avstað, og tað kennist ongantíð keðiligt ella strævið. Men tað kann vera hart fyri kroppin, serliga ryggin, og tað stríðist eg eitt sindur við. Eg má venja og onkuntíð fáa viðgerð. Men eg eri ikki í ivi um, at eg havi funnið tað, sum eg tími og trívist best við, sigur hann.
Longri samrøða við Sakaris Zachariassen kann lesast í Sosialinum í dag. Hetta vikuskiftið er FO Tatt Fest í Dansifrøi í Havn.