TB heldur fram

TB vann sum væntað móti Fleyr, sum kortini stríddist fyri søkini og gav oddaliðnum góða mótstøðu

Tað bleiv til enn ein sigur til TB, hesaferð á heimavølli móti Fleyr. Sostatt hevur TB enn fult stigatal og er á odda í deildini, og í løtuni er tað mestsum ógjørligt at síggja, hvør kann gera nakað við TB-kvinnurnar, sum ikki hava mist eitt einasta sett higartil í kappingini.

Fleyr vann eitt sindur óvæntað móti Drátti síðsta vikuskifti, men TB var kortini stórfavorittur í høllini í Trongisvági sunnudagin.

Tær fingu ein lítlan hvøkk, tá Harriet Hammer meiddi sær tummilin undir upphitingini til dystin, men tann unga Ingun Midjord stóð seg sera væl í hennara stað á miðjuni. Hon varð skift inn nakrar ferðir móti Drátti, men hevur annars so at siga ongar royndir úr meistaradeildini.


Fleyr vísti tenn

TB vann dystin 3-0, men tað skal sigast, at Fleyr beit væl frá sær. Tær komu betur frá byrjanini og løgdu seg á odda 9-4. Tá tók TB time-out, og eftir tað fór at ganga betur hjá heimaliðnum, sum vann fyrsta sett 25-18.

Í øðrum setti var einki at tosa um. TB vann 25-9 og hevði sigurin í pottinum, so at siga.

Tí var tað eitt sindur óvæntað, at triðja sett bleiv rættiliga javnt, og at spenningurin helt sær eina góða løtu. Tað var javnt allan vegin upp til 18, áðrenn TB loksins slapp avstað og vann 25-19.

Samanumtikið ein væntaður sigur til TB, men tær í Fleyr kundu vera heilt væl nøgdar við fyrsta og triðja sett, sjálvt um tær taptu tey bæði. At tapa móti TB er í løtuni eingin skomm, tí tær eru klárt tað besta liðið í deildini. Fleyr fær eisini høvi til at reisa seg næsta vikuskifti, tá Mjølnir kemur til Havnar, har tær skulu royna at fáa síni fyrstu stig. Næsti dystur hjá TB er heima móti ÍF.