TB sterkari

2. deild: Tvørámenn tykjast meina tað í álvara, tá teir siga seg vilja í bestu deildina

TB-GÍ 4-1 (0-1)


Av Tvøroyrir hevur alt árið ljóðað, at teir ætla sær at vinna sessin í bestu deildini aftur sum skjótast. Fram til 1988, tá flutti niður fyri fyrstu ferð, var tað sjálvsagt, at teir hoyrdu heima í fremstu røð, men soleiðis er ikki longur.

Eftir gullrúsin í 1987, gekk av skriðjuni til árið eftir, og síðani tað hevur lagna teirra verið sera misjøvn, hóast teir bæði í 1991 og 1995 vóru sera væl við fyrsta partin av kappingarárinum.


Gera seg til

TB mundi vera millum tey feløgini, sum vórðu harðast rakt, tá kreppan herjaði í Føroyum. Fráflytingin var stór á Tvøroyari, og fyri fótbóltin hevur hetta merkt, at TB hevur mist fleiri árgangir av fótbóltsleikarum. At siga at TB varð rakt meinast, er kanska ikki rætt, men í øllum førum er skaðin sera sjónligur á Tvøroyri. Eisini tí fleiri av meira royndu leikarunum eru farnir í onnur feløg at royna seg, tá úrslitini ikki vóru eftir vild á Tvøroyri.

Nú er onkur nýggjur árgangur tó um at daga fram, og saman við meira royndum leikarum verður so roynt at lova hesum upp í fremstu deildina at royna seg.

Í vár var Oli Johannesen leigaður heim til barndómsfelagið at styrkja um, og hetta var stórur styrkur at fáa. TB lá saman við EB/Streymi fremst, tá farið varð í summarfrí, og hóast Óli nú er farin aftur til Danmarkar, tykist TB liðið ikki viknað í mun til fyrru kappingarhálvu, heldur tvørtur ímóti.

Liðið var nevnliga meint rakt av skaðum beinan vegin, sum kappingarárið byrjaði, og skadu leikararnir eru so at siga allir komnir fyri seg nú. Har umframt eru Eyðun »Gullok« Svalbard og Birgir Jørgensen farnir í ríputa búnan, umframt at leiðslan eisini hevur fingið fatur á miðvallaranum, Mahei Matei úr Rumenia.


Gjørdu um seg

Tað vóru eisini júst hesir tríggir, sum tryggjaðu TB framhaldandi luttøku í oddastríðnum, har teir enn eru javnir við sundalags- og eiðismenn.

Hóast Heini Heinason hevði lagt GÍ fram um í fyrra hálvleiki, so var TB omaná meginpartin av tíðini, og í seinna hálvleiki gav hetta at bíta.

Fyrst javnaði Gullok, eftir at Birgir hevði lyft tvørtur um, og síðani var Birgir aftur faddur, tá Gullok slapp at skjóta sítt næsta mál. Hesu ferð við brotssparki.

Rumenski leikarin økti til 3-1 eftir hornaspark, áðrenn Birgir Jørgensen sjálvur setti seinasta seymin í, tá hann við høvdinum stýrdi innleggi í málið.

Sostatt kann ikki sigast annað enn, at nýggju menninir gjørdu um seg á Tvøroyri, og verður hetta lagið framyvir, nýtist tvøráfólki kanska ikki at bíða so leingi afturat.


TB-GÍ 4-1 (0-1)

0-1: Heini Heinason

1-1: Eyðun »Gullok« Svalbard

2-1: Eyðun »Gullok« Svalbard (br.)

3-1: Mahei Matei

4-1: Birgir Jørgensencute;narnir bóltandi út ímóti áskoðarunum, ið sita í skvatlandi gummibátunum í bølamyrkri.

Teir tríggir tónleikararnir leggja út við etniskum jazzi, og flyta seg so yvir í føroysku klassikararnar og spæla millum annað lagið "Í búri", ið hóskar óvanliga væl til høvið.

Áhoyrararnir sita í djúpari tøgn í bátunum, meðan tónleikararnir spæla upp ímóti ekkóinum frá teirra egnum tónum. Aukustikkurin í hellinum er soleiðis vorðin, at ein tóni "hongur" í luftini í eini tíggju ella fimtan sekund. Tí er tað ikki lítið krevjandi hjá tónleikarunum, ið allatíðina mugu fylgja við ekkóinum, ið er ymsikt, alt eftir hvønn veg trombone og hátalarar venda.

Konsertin er sálarsmyrsl av størstu dygd.

Hóast staddur inni í einum á nógvar mátar ræðandi helli í bølamyrkri, so kundi tú ynskt tær at verið verandi her allan dagin, bara so leingi, sum tónleikurin fyltið rúmið. Fyri hvørt lag, ið liðugt er, kemur ivin á teg, men so lætnar aftur, tá næsta lag kemur ekkóandi út úr veggunum.

Men einaferð er liðugt, eftir ein góðan hálvan tíma, og fólk klappa. Konsertin er liðug, og gongd verður sett á motorarnar aftur.

Teir halda ein djúpan basstóna, og meðan áhoyrararnir verða sigldir út, og tónleikaútgerðin verður pakkað saman, spælir trombonin eitt lag í sama duri, sum motorarnir liggja í.


Uppliving til sølu

Komin aftur á Norðlýsið verður siglt ein túr undir fuglabjørgini, og so gongur leiðin til Havnar.

Men hvat - fleiri av ferðafólkunum koma aftur til skiparan og greiða frá, at bilar teirra standa á Gomlurætt.

Tað var annars nettup tað, ið var ætlanin við bussinum fyrr um dagin - at fólk ikki skuldu koma í klemmu av bilum.

Men ferðafólkini eru heppin. Áðrenn tey hava nátt at klaga um vánaliga upplýsing ella hvat tey kunnu finna uppá, hevur Birgir Enni longu tikið bjargingarvestarnar fram aftur, og er farin at toga størra gummibátin fram.

Stutt eftir eru átta fólk og ein skipari á veg inn á Gomlurætt at heinta bilarnar.

Eftir umborð standa tey, ið lítlan tima seinni stevan inn á Havnina við vælhildna bláa skipinum, ið hevur siglt sín seinasta túr hendan dagin.

Í morgin eru aftur tveir túrar á skránni, og tónleikararnir fáa boð um at møta klokkan tíggju.

Jú, Føroyar hava meira enn ein gamlan umskeldaðan múr og annað eygnakrás at bjóða fólki.

Her verða óspiltar upplivingar seldar. At føroyskt tilrættaleggingarhegni eisini er partur av upplivingini, ger hana ikki minni óspilta.