Klaksvíkingar, sum fyri fyrstu ferð spældu í bestu deildini síðsta kappingarár, miða nú munandi hægri.
Team Klaksvík hevur boðað frá, at Claus Rasmussen skal hava evstu ábyrgdina av liðnum. Liðið fór undir venjingarnar í síðstu viku.
Í stuttari fráboðan á síni heimasíðu, skrivar Team Klaksvík, at úrslitið skal vera munandi betri í ár.
- Team Klaksvík ætlar æsr at vera frammalaga í komandi kapping. Claus hevur drúgvar royndir sum venjari, og eisini verður hópurin styrktur við onkrum leikarum, skrivar heimasíðan hjá Team Klaksvík.