Teir á Arizonu fingu góða móttøku í Íslandi

Tá ið skipið Arizona varð fast í ísinum og fórst í 1932, noyddist manningin at bjarga sær frá skipinum undir sera truplum umstøðum.

Í seinna parti av frásøgnini fylgja vit monnunum, eftir at teir komu til lands í Íslandi. Túrurin inn til strondina var vandamikil, og sjálvt tá ið teir vóru komnir inn um fjørðin, var langt frá vist, at teir vóru slopnir úr neyðini.

 

Men í Íslandi møttu teir einari gestablídni, sum teir ongantíð gloymdu. Ein bóndafamilja tók ímóti teimum, gav teimum mat og innivist og hjálpti teimum víðari á longu ferðini heim til Føroya.

 

Í Sosialinum greiðir Óli Jacobsen frá móttøkuni í Íslandi, ferðini til Reykjavíkar og seinasta teininum heim. Frásøgnin byggir á orðini hjá einum av monnunum, sum sjálvur var við.

 

Les seinna partin av dramatisku søguni um Arizonu í Sosialinum hetta vikuskiftið.

 

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið, og haldarar kunnu eisini lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.