Á norðoyarstevnu var Páll Fangi fremstur í kappingini millum 6?mannafør við monnum. Ta ferðina var Smyril úr Vági næstfremstur. Leygardagin býttu hesir báðir bátarnir um pláss. Smyril var fremstur, og á málinum var hann tvær bátslongdir undan bátinum úr Klaksvík.
Tá róðrarmenninir seint leygarkvøldið komu suður varð skipað fyri móttøku. Tað var væl skiljandi, tí tað er ikki soleiðis longur, at suðuroyingar vinna á hvørjum ári í kappróðri.
Sigurin í Runavík kom ikki so óvart á vágsdreingir. Teir vóru meiri kløkkir, tá tað hilnaðist so mikið væl hjá teimum á norðoyarstevnu:
? Umstøðurnar at fyrireika okkum hava ikki verið tær bestu. Málið hjá okkum í Klaksvík var at fáa stig í FM kappingini. Vit høvdu ikki roknað við at enda næstfremst. Tá tað var greitt fyri okkum, at vit høvdu møguleika at kappast um fremsta plássið, so knýttu vit nevarnar og søgdu við hvønn annan, at vit skuldu vinna næstu FM kappingina, og tað eydnaðist.
Hetta sigur Johan Sofus Müller. Hann er bátsformaður umborð á Smyrli, og hann er ein av fýra av manningini, sum er á tekniska skúlanum í Havnini. Tá henda vikan verður av, hava teir verið norðanfyri í tíggju vikur. Tá verður liðugt fyri hesa ferð. So fara teir allir suður aftur, og so fæst at síggja, hvussu tað fer at hilnast hjá teimum, tá teir fáa møguleika at venja umborð á bátinum.
? Vit fóru undir styrkisvenjingarnar í februar. Tá vit fóru norður til Havnar í skúla, høvdu vit bara verið í bátinum í eina viku. Síðani hava vit vant í Fragd og fimi, og so hava vit verið í bátinum í vikuskiftunum. Undan norðoyarstevnuni og aftur undan síðsta vikuskiftinum komu hinir norður við bátinum tórsdagin, og so vandu vit her í Havnini tvær ferðir, áðrenn vit fóru til FM róður leygardagin, sigur bátsformaðurin umborð á Smyrli.
Allir sjey, sum eru við til at manna Smyril, búgva í Vági. Teir eru 18?24 ára gamlir, og tað er felags, at teir allir eru í handverkaralæru. Hjá seks teirra er læruplássið Injector, sum er kent fyri trollemmarnar. Teir læra til plátu? og konstruktiónssmiðir. Tann sjeyndi lærir til elektrikara. Ein hevur ongantíð róð áður. Hinir hava allir róð við Vágbinginum og Royndini Fríðu. Besta úrslitið hjá teimum undan árinum í ár var í 1999, tá Royndin Fríða var nummar tvey á norðoyarstevnu.
Fremstir allan vegin
Smyril fekk góðan start. Saman við Páll Fanga leyp hann avstað. Hvessingur fylgdi við fyrstu løtuna.
Á 1000 metra málinum var Smyril skudin frammanfyri Hvessing, og ein hálv bátslongd var so aftur til Páll Fanga. Smyril økti stútt og støðugt um munin til hinar bátarnar, og tá teinurin var hálvrógvin var ilt at ímynda sær, at nakar skuldi hava møguleika at taka Smyril, sum var heilt leysur av hinum bátunum, tá hann kom á mál.
Í staðin var talan um spennandi kapping um næstfremsta plássið. Páll Fangi hevði leingi ilt við at koma fyri seg. Men á síðsta teininum høvdu teir á Klaksvíks bátinum mestu orkuna, og við góðum endaspurti tryggjaðu teir sær annað plássið frammanfyri Hvessing, sum bara var eitt stórt sekund aftanfyri.
Gongurólvur og Strálan fylgdu eisini væl við, men nýggi báturin hjá havnarmonnum og tvífaldu FM vinnararnir av Strondum megnaðu ikki at vinna seg fram á heiðursmerkjapláss.
Smyril úr Vági er sami bátur sum Fortuna úr Vestmanna. Vágbingar hava leigað bátin frá vestmenningum. Báturin er málaður við eyðkendu litunum hjá vágbingum ? hvítur og svartur ? og ivaleyst fer hann eisini at seta dám á komandi kappingarnar. Nú fara allir handverkaralærlingarnir at venja saman á Vágsfirði.