9. januar í 2017 verður ein stór FIFA-gallaveitsla, har heimsins bestu verða heiðrað. Serliga er tað heiðurin at verða heimsins besti spælari, sum fær nógva umtalu.
Ein onnur prestisjutung virðisløn er virðislønin fyri at verða heimsins besti venjari. Tríggir landsliðsvenjarar, tríggir Premier League venjarar, tríggir La Liga venjarar og ein Bundesliga venjari eru nomineraðir til virðislønina.
Teir nomineraðu til heiðurin at verða heimsins besti venjari eru hesir :
- Chris Coleman (Wales, landsliðið)
- Didier Deschamps (Frakland, landsliðið)
- Pep Guardiola (Spania/FC Bayern München (nú Manchester City))
- Jürgen Klopp (Týskland/Liverpool)
- Luis Enrique (Spania/FC Barcelona)
- Mauricio Pochettino (Argentina/Tottenham Hotspur)
- Claudio Ranieri (Italia/Leicester City)
- Fernando Santos (Portugal, landsliðið)
- Diego Simeone (Argentina/Atlético Madrid)
- Zinédine Zidane (Frakland/Real Madrid).