Síðani skal eg takka Arnstein Niclasen fyri hansara stak góðu, væl undirbygdu og eftir míni metan passaliga speisku greinum. Tað er óført, at tú heldur áfram at viðgera stovn tín og sóknast eftir, hvat ið er ella var galið. Túsund takk fyri, eg hyggi í hvørt blað um okkurt er frá tær.
Men eitt er sikkurt Arnstein, teir brúka bara eina metodu, og tað er at »tiga fólk íhel«, eg havi so ikki sæð og sakni ikki við at síggja nakað uppá skrift frá avvarðandi myndugleikum sum kann rættvísgera teir.
Sat og lurtaði eftir Finnboga Arge í ÚF har hann fanst at sínum landsmonnum, ið áttu nógvar pengar, at teir ikki vildu seta hann sum risikovilligan kapital, hann greiddi frá, hvussu hann gjørdi á Sejerø, »tað er spell, at tað ikki eru fleiri føroyingar, sum eru so dummir sum eg« hansara egnu orð, hann misti allan sín kapital. Eg meini tað kann verða eitt sindur vanskiligt í einum so lítlum samfelag, vit eru jú so fá, men eg vænti ikki, hann finnur nakran í Fólkaflokkinum.
Síðani til Anitu á Fríðr iksmørk, royn nú og halt fast um støðu tína í málinum um vaktarskipið, lat teir, sum ganga í buksum og onga støðu hava til nakað, ikki trumla teg niður, statt stinn.
Lat okkum ikki fáa 80?ini umaftur, vit bygdu og bygdu i Noreg, landskassin veðhelt, og øll okkara bestu skip endaðu aftur í Noregi aftaná at Føroya fólk hevði goldið alla skuldina.
Nei, tað hevði ikki komið uppá tal nakra aðrastaðni í verðini, at landsstýrið fer út og byggir til sín sjálvs í útlandinum.
Sjálvandi skulu vit byggja í Føroyum, tað sindri, ið er eftir av skipabygging, má varðveitast, vit eru longu so nær tromini, at tað eisini fer at standa á á umbyggingar- og reparatiónssíðuni, tí fyri tað fyrsta so er lítið fólk eftir í hesum fakinum og so eru hesir menninir eisini í teimum árum, at teir flestu hava stutt til pensiónsaldur.
Tað mest harmiliga er, at tað eru nakrir ungir menn, ið hava nomið sær hesa útbúgving seinastu árini, men sum aldrin hava arbeitt uppá ein »nýbygning«, minnist til tað, eg kenni nakrar, ið høvdu komið aftur til fakið, um ein nýbygningur bleiv gjørdur.
Arbeiðið bleiv í landinum, skatturin bleiv í landinum og alt ið tað so aftur førir við sær.
Eg fari at biðja landsstýrismannin siga okkum, hvør ið situr í nevndini fyri skipabyggingini, tað kundi verið áhugavert.
Eg havi fleiri ferðir havt almenn lesarabrøv í bløðunum við fyrispurningum til landsstýrismannin á økinum, men svar fær tú ikki, bæði til Signar á Brúnni fleiri ferðir og til Helene D. á Neystabø, men nei, tú skalt tigast í hel, tað sær út til at vera teirra motto.
Tað skal meir til at bera eina loysing, enn at droyma um at síggja morgunsólina rísa á loysingarmorgninum, og so seta seg at bíða til fleiri smáir spírar síggjast koma undan, alt meðan breiðir tjóðveldismenn (í gákinum) heppa upp, menn, ið ikki eru búsitandi í Føroyum, ei heldur gjalda skatt, men sum hava familjuna her, so at Palleba og Marsanna kunnu gjalda vegir, kloakkir, skúlar og læknar, tannlæknar, kirkjugarð og so alt tað sosiala, ið tey hava krav uppá sjálvandi.
Jú, spennandi verður at síggja morgunsólina rísa tann, ið livur so leingi.
N.B. Hvar er føroyska pressan, er hon øll blivin statslønt síðani Høgni Hoydal kom í »Nesið«? Eg spyrji bara. Tað er ikki grivið í einum einasta máli síðani, hóast tað kundi verið til eina fitta veltu hvønn dag í okkara litfagra samfelag.
»Nei«, vit skulu tigast í hel Arnstein, eg vóni at tú skrivar við spískum penni nakað skjótt!!!
Nú gevist eg í dag, meira seinni, tá skal Fólkaflokkurin spretta fórið frá og kannast aftanfyri, og ikki at gloyma »kittflokkin«, ið tørnar inn við øllum, lætta dýnuna av. Tá verður tað almanna- og sosialmál.
Takk fyri
Dánjal Hansen