Teis og liðfelagarnir taptu á heimavølli

Ribe-Esbjerg er bert ein verri málmun frá einum endaspælsplássi

Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Ribe-Esbjerg eru bert ein verri málmun frá áttanda plássinum í bestu donsku hondbóltsdeildini. Aftaná lokið grundspæl sleppa átta tey fremstu liðini at kappast í endaspælinum.

 

Tí var tað eitt bakkast, at Ribe Esbjerg í Blue Water Dokken høllini tapti 27-31 fyri HØJ. Í steðginum var útiliðið á odda 17-12. 

 

Teis skoraði trý mál upp á fimm málroyndir.

 

Ribe-Esbjerg hevur 11 stig á níggjunda plássinum. Bert málmunurin skilir Ribe-Esbjerg frá áttanda plássinum, har Sønderjyske eisini hevur 11 stig. 

 

Leygardagin 29. november spælir Ribe-Esbjerg dyst á útivølli móti júst Sønderjyske.