Ein fráferð úr Skopun og ein av Gomlurætt hjá strandfaraskipinum Teistanum verða ikki sigldar í kvøld vegna veður.
Tað merkir, at tá Teistin fer úr Skopun nú klokkan 20.40, verður hetta seinasti túrur úr Skopun í kvøld. Túrurin úr Skopun klokkan 22.30 verður ikki sigldur.
Seinasti túrur av Gomlurætt verður sigldur klokkan 21.20, og tá Teistin tá kemur til Skopunar, verður skipið lagt fyri kvøldið.
Soleiðis dettur túrurin í kvøld, sum sambært ferðaætlanini eigur at verða sigldur av Gomlurætt klokkan 23.05, burtur.
Gongst, sum ætlað, og veðrið verður at hava við at gera, fer Teistin úr aftur Skopun í morgin klokkan 06.45.