Teit Jacobsen hevur gjørt nýggjan sáttmála við HB, skrivar heimasíðan hjá felagnum. 18 ára gamli framrættaði spælarin hevur fingið sítt gjøgnumbrot í føroyskum fótbólti í ár.
Hann hevur í ár spælt triðflestar dystir fyri besta liðið hjá HB. Hóast tað bara er blivið til tað eina málið, so hevur hann víst sítt virðið á liðnum. Hann hevur eisini vunnið sær fast pláss á U21 landsliðnum seinastu dystirnar.
HB boðaði undan kappingarárinum í ár frá, at liðið skuldi byggjast upp av nýggjum. Millum teir ungu, sum skuldu fáa møguleikan var Teit Jacobsen. Síðani er nakað broytt, eftir at Fróði Benjaminsen og Øssur Dalbúð er komnir afturat í hópin.
HB liggur á fimta plássi, eitt stig aftanfyri grannarnar úr B36. Málið hjá HB í ár er at enda millum fýra tey fremstu.