Teit við í hópinum hjá Sønderjyske

Ungi og evnaríki føroyski leikarin hevur í morgin møguleika fyri at fáa sína debut fyri besta liðið hjá Sønderjyske

 

Fyrst í januar í ár, keypti Sønderjyske unga og evnaríka HB-stjørnuskotið farna kappingarár, Teit Jacobsen. Teit Jacobsen skrivaði ein trý og eitt hálvt ára sáttmála við danska felagið.

 

Enn hevur Teit Jacobsen til góðar at fáa sínar fyrstu minuttir fyri besta liðið hjá Sønderjyske. Men í morgin eru útlit fyri, at tað kann lata seg gera. Í øllum førum er Teit Jacobsen úttikin til hópin hjá Sønderjyske, sum í morgin spælir á útivølli í donsku steypakappingini móti Vendsyssel.

 

Teit Jacobsen var nakrar ferðir seinasta kappingarár úttikin til hópin hjá besta liðnum hjá Sønderjyske, men hetta er altso fyrsta ferðin hetta kappingarárið, at hann er millum teir úttiknu.

 

Dysturin millum Vendsyssel og Sønderjyske verður spældur í morgin klokkan 16:30.