##med2##
Eg vænti Víkingur vinnur løgmanssteypið. Orsøkin: HB manglar Trónd Jensen. Orðini eigur Teitur Joensen ið var gestur hjá Tróndi Arge í fótbóltspanelinum í SportBoxini á FM1 seinnapartin í dag.
Umframt, at Teitur væntar, at Víkingur fer við steypinum hevur Teitur Joensen eisini KÍ sum ein lítlan favoritt til at vinna kapprenningina við B36 um FM-heitið.
Teitur Joensen metti eisini um dystirnar sum verða spældir í Betrideildini hjá monnum sunnudagin:
Klokkan 14.30: TB-NSÍ
Klokkan 15: B36-ÍF (FM1 sigur frá dystinum)
Klokkan 17: AB-KÍ (FM1 sigur frá dystinum)
Leygardagin hevur FM1 upptakt til finaluna í kappingini um løgmanssteypið frá klokkan 17. Tróndur Arge sigur frá sjálvari finaluni. Aftaná finaluna verður "Triði Hálvleikur" á FM1.